logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Listhandverk

At smíða kambar og tilevna lutir úr horni er elligamalt handverk. Í Sverris søgu frá seinast í 1100 árunum verður sagt frá, at fosturfaðir Sverra kong í Noregi kallaðist Unas kambasmiður. Hann var ættaður úr Føroyum.

Nógv varð lagt í, at luturin úr horni, annaðhvørt tað var skeið, skóhorn, drykkjuhorn, snúshorn ella annað, varð gjørdur skínandi blankur. Krotskurður á manglifjalum og størri og smærri kistlum er gamalt handverk í Føroyum. Mynstrini eru norrøn kroting við romanskum plantusnúingum. Mangir av kistlunum eru at læsa, summir við kynstrigum naddalásum og finnulásum.

Fyri at fáa horn blankt, varð fyrst pussað við sandpappíri, til ongar skøvur sóust eftir knívi, sag ella øðrum. Eisini brúktu tey skinn av hávi til hetta. Síðani varð pussað við vátum klúti vavdum um ein pimpstein, til ongi tekin sóust til sandpappírið. Tá varð aftur tikin ein ullintur, vátur klútur við trækolsmølvi og pussað við tí, til hornið var skyggjandi blankt og hevði fingið sín natúrliga lit. Til endans varð tikin ein vátur línklútur við grønsápu og einum sindri av wienarkálki, pussað við hesum, til hornið var skínandi blankt, tí tá helt tað glansin og litin til allar tíðir.

Ítriv og leikur
Spøl og barnaleiku vóru týðandi lutir í gerandisdegnum í víkingaøld og miðøld i Føroyum eins og aðrastaðni. Í fornfrøðiligu rannsóknunum eru funnir spælibrikkar og talvfólk, helmingurin av einum talvborði úr eikiviði, har spælið mylla er skorið í uppsíðuna og gamla norrøna spælið “hneftafl” í undirsíðuna. Børnini hava fingið vakurt skornar borðbátar og ross at spæla við, og eisini svørð.

Prýði og persónligir lutir
Í fornfrøðiligu rannsóknunum eru funnir prýðislutir so sum fín spenni úr bronsu og ringnálir at festa í búnan at halda skikkju ella møtli. Lítið er funnið av klædnaleivdum. Tey hava borið ringar úr silvuri og bronsu og havt háls- og armbond við perlum úr rav, beini og glasi, og eisini perlur, lagdar við silvuri og gulli. Kambar úr beini hava eisini hoyrt til persónligu lutirnar í víkingaøld og miðøld.

Ringprónar
Ringprónar við sløttum ringi og høvdi, sum er prunkað við knúta- og korssmerki finnast so at siga bert í vestara parti av heimi víkinganna. Líknandi prónar sum teir føroysku eru funnir í Írlandi, á oynni Man, í Skotlandi og skotsku oyggjunum, Íslandi og New Foundlandi. Prónarnir eru helst gjørdir í Írlandi í 10. øld.