logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Bátar

Chr Blache føroyskur bátur

Tann føroyski báturin er skapaður og smíðaður soleiðis, at tað er eyðsæð, at hann er skyldur við víkingaaldarbátar. Báturin hevur í fleiri hundrað ár ment seg, broytt snið og skap, til hann at enda fekk sín fullkomna og vakra form. Árin og tollurin eru ikki minni fullfíggjað. Úrslitið er ein sjógóður og turrur bátur, ið er tann rætti til okkara vandafulla sjógv og skiftandi veðurlag. Lættur og smidligur er hann, borðini eru tunn, bondini kløn, ikki eitt sprek er ov mikið, men styrkin stór kortini.

Báturin skuldi kunna flotast og takast í skundi, eftir løgum. Lendingarviðurskiftini vóru mangan vánalig, og mangastaðni skuldi báturin dragast upp fyri steyrrættan klett, tí hevði lættleikin stóran týdning eisini her. Viðurskiftini gjørdu, at teir gomlu litu á árina, og fyrst og fremst er tann føroyski báturin ein kimiligur róðrarbátur, men kjølurin stingur kortini so mikið djúpt, at tað ber til at sigla. Tó mugu seglini vera smá í mun til bátsstøddina.

Á bátasavninum eru tær vanligu bátastøddirnar: fýramannafar, seksmannafar, áttamannafar, tíggjumannafar og seksæringur.