logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Mentanarlív

Í 18. og fyrst í 19. øld hendi nýbrot í føroyskum mentanarlívi. Rationalistisk og seinni romantisk rák uttan úr heimi fóru at gera um seg. Kvæða- og dansimentanin úr seinmiðøld fekk nýtt lív, yrkingarlistin blómaði, fólk fóru at skriva upp mentanararv, ið lá í máli, kvæðamentan og gerandislívi, gera skrásetingar av náttúru, og áhugi birtist fyri ljóðføristónleiki, sum ikki hevði verið vanligur áður. Seinni birtist eisini handverkslist og málningalist.

1 Fiól hjá Nólsoyar Pálli (1766-1808). Niels F. Petersen í Nólsoy keypti fiólina frá Apoloniu á Biskupsstøð, dóttur Nósloyar Pálls.

2 Fiól hjá Nólsoyar Pálli. Jógvan Johannesen hevði fiólina við sær suður á Tvøroyri, tá ið hann fór at starvast í kongliga úthandlinum har. Hann hevði fingið fiólina frá farbróður sínum, Nólsoyar Pálli.

3 Nótabók 1775 hjá Jens Chr. Svabo (1746-1824), frá 1775. Svabo skrivaði stórverkið “Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782” og fyrstu føroysku orðabókina. Í nótabókina hevur Svabo skrivað upp nótar til dansiløg og vísur, ið vóru væl dámd á hansara døgum, og eisini eitt føroyskt kvæðalag Gullsteinur stendur í tað høga loft. Hetta er fyrsta føroyska kvæðalag, ið er skrivað upp. (Ogn: Føroya Landsbókasavn)

4 Kvæðauppskrift hjá Sámal Michael Matras á Norðoyri (1778-1857). Trøllavísan. (Ogn: Norðoya Fornminnasavn)

5 Gullringur hjá Hans Jákupssyni Debes løgmanni. Hann var bóndasonur av Oyri. Frá 1743 las hann løgfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Í 1750 gjørdist hann varaløgmaður og í 1755 løgmaður eftir verfaðirin, Sámal Pætursson í Lamba. Hans Debes umboðaði ta byrjandi upplýsingartíðina í seinnu helvt av 18. øld, eina tíðarrørslu, sum serliga Nicolai Mohr, sum giftist við dóttur hansara, og Jens Christian Svabo umboðaðu. Svabo sigur í 1781-82 um henda løgmann, at hann var “en af de bedste og indsigtsfuldeste mænd, Færø nogensinde har haft”. Hann skrivaði tvey rit um føroysk handils- og búnaðarviðurskifti. Hann doyði í 1769, 47 ára gamal.

6 Veðurskrásetingar 1845. Sámal Michael Matras á Norðoyri (1778-1857). (Ogn: Norðoya Fornminnasavn).

7 Málningur eftir Díðrik í Kárastovu á Skarvanesi (1802-1865). 18 føroyskir fuglar. (Ogn: Listasavn Føroya).

8 Knívar. Jacob Zacharias Andrasson á Argjum (1819-1869).

9 Pípustokkur. Hans Debes, løgmaður, skal hava gjørt.

10 Pípustokkar. Minna um pípustokkarnar, sum Hans Debes løgmaður sigst hava gjørt

11 Stavur við pípustokki. Merktur 1841. Hóast árstalið sigst Hans Debes, løgmaður (1722-1769), hava gjørt.

 
Dírikur av Skarvanesi, málningur