logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Skansin

Havnar Skansi

Skansarnir í Havn vóru bygdir fyri at verja handilin úti í Havn. Tann fyrsti skansin, hann á Stangarnesi, varð bygdur í 1630-árunum. Tveir skansar vóru á nesinum ímillum vágirnar, annar móti sjónum og hin móti landi. Skansarnir har vórðu niðurlagdir í fyrru helvt av 18. øld, men skansin á Stangarnesi stendur enn.

Á skansanum á Stangarnesi var eisini fongsul. Í eldri tíð var fangahús (Myrkastova) og vaktarhús, nevnt Slutterhúsið og Corps de Garde (Portugálið), á skansanum á Tinganesi. Portugálið varð bygt í 1693, tikið niður í 1762 og tá reist av nýggjum av grundum. Á Kák vórðu fólk, ið høvdu gjørt lógarbrot, kákstrokin. Her vórðu tey dømdu hálvnakin bundin í steyra og t.d. húðflett, oyst undir í vatni og noydd ”at bera steinar út úr býnum”.

Í 1706 reiggjaði Føroya bøðil øksina til hálshøggingar seinastu ferð. Eftir at kongur hetta árið noktaði at geva skælingssystkjunum náði fyri blóðskemd, vórðu bæði hálshøgd; helst á Stangarnesi við Skansan.

Verja
Skansin á Stangarnesi sær út í dag sum hann sá út seinast í 18. øld. Har var hervaldið í Føroyum miðsavnað. 35-40 soldátar mannaðu skansan um tað mundið. Á skansanum var eisini fongsul.

Í 1865 varð skansin tikin av sum hernaðarligur stovnur. Kommandantstarvið varð avtikið og jekarakorpsið, sum síðani 1830 hevði mannað skansan, varð broytt til eitt politistalið.