logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Kongligi handil

Rosenmayer 1778 Eystaravág Tórshavn

Í tíðarskeiðinum frá 1524 til 1709 var tað ofta kongsins lensmaður, ið sat við handlinum. At hava handilsloyvi var tó ikki vansaleyst. Tí samstundis sum keypmaðurin skuldi hava greiði á marknaðinum fyri føroysku framleiðsluna, ið ikki var støðug og jøvn, hevði hann eisini skyldu til at búgva landið út við tí, sum tí tørvaði. Í 1662 fekk Gabel-ættin handilin og hevði hann til 1708. Størsti trupulleikin hjá handilsuppsitarunum, og serliga Gablunum, var sølan av hosuframleiðslu føroyinga. Hon var økt munandi síðan 1620-árini, eftir at fiskiskapurin í nøkur ár hevði miseydnast. Hosurnar vórðu seldar í Hálandi, men í aðru helvt av 1600-árunum var marknaðurin tyngdur og sølumøguleikarnir vánaligir. Umleið 1688 var søluprísurin í Hálandi 8-10 skillingar fyri parið, meðan handilsuppsitarin sambært føstum taksti mátti lata føroyingum 16 skillingar.

Kongligi handil
Fram til 1690 fluttu føroyingar bara út stuttar, grovar hosur (pulshosur). Eftir 1690 fluttu føroyingar eisini út langar hosur (1¼ alin). Í 1709 yvirtók kongur einahandilin og hevði hann til 1856, tá einahandlin varð avtikin. Í tíðini hjá tí kongliga einahandlinum í 18. øld vaks hosuframleiðslan í stórum og varð móti endanum av øldini næstan 97% av samlaða takstvirðinum. Henda stóra hosuframleiðslan var gjørlig, tí tað bar til hjá handlinum at selja hosurnar, fyrst til danska herin og flotan, seinni eisini til útflutnings, fyri nøktandi prís.

Fyri føroyingar merkti tann stóra hosuframleiðslan betri ráð. Men einahandilsskipanin hevði eisini ringar síður - tann størsta var ivaleyst, at hon forðaði fyri vinnuligari nýhugsan og samfelagsligum framburði.

Hosuhandil
Tey fyrstu 20 árini eftir at kongur hevði yvirtikið handilin í 1709, vórðu 175.000 pør av hosum vrakað, tí ikki slapst av við tey. Í skjølum frá hesi tíðini sæst, at vrakaðu hosurnar vórðu nýttar til ífyllu í havnarlagið millum Toldbodgade og Kvæsthusbroen í Keypmannahavn.

Í 1973 varð farið undir at grava út fyri kjallara í einum fyrrverandi korngoymsluhúsi í Toldbodgade (nú Admiral Hotel). Tað vísti seg, at korngoymsluhúsið var bygt oman á eitt gamalt tyrvingarpláss við alskyns burturkasti, ið stavaði frá 17. og 18. øld. Undir grevstrinum varð komið niður á hópin av klædnaleivdum, millum annað hosupør. Kanningar benda á, at hosurnar eru úr Føroyum.