logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Handil í seinmiðøld

Kogga úr Stralsund

Í 13. og 14. øld fór norska kongsvaldið at føra handilsverjupolitikk fyri at hava tamarhald á føroyska skattlandinum. Tær fyrstu øldirnar var hesin politikkur linur og handilin lutfalsliga fríur. Hansa handilssamtøkan vann sær fótafesti, og líkt er til, at hon áðrenn trúbótina samstarvaði við Føroya biskup um útflutning av fiski uttan um ásetingar kongs. Seinni komu eisini hálendskir handilsmenn til Føroya at virka.

Í byrjanini av 16. øld varð handilsverjupolitikkurin herdur. Í royndum varð hetta gjørt við, at handilin varð leigaður út til handilsuppsitara, sum fekk einkarrætt til vøruumsetning landsins, og hvørs virksemi varð tætt knýtt at kongliga stýrinum í landinum.