logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Kirkjuinnbúgv úr Kirkjubø

Maria moy við barninum
Myndin var í sóknarkirkjuni í Kirkjubø, til hon varð umbygd í 1874. Kirkjan var eitt tíðarskeið í miðøld biskupskirkja føroyinga. Enskt træskurðararbeiði frá uml. 1250. Leivdir av upprunamálingini lata okkum hóma, hvussu litføgur myndin upprunaliga hevur verið. Við sínum vakurleika og lutfallsligu stødd í tí lítla kirkjurúminum hevur myndin helst givið til kennar kirkjunnar verndarhalgimenni.
 
Madonna úr Kirkjubø, Mariumynd
”Bispastólurin”
Varð í 17-1800árunum nýttur sum skriftarstólur í Kirkjubøar kirkju, er helst eitt umbygt síðualtar frá 1300árunum.
 
Síðualtar, ciboriealtar úr Kirkjubø
Stólavangi A
Maria Moy og Elisabeth hittast. Yvir teimum vápnaskjøldurin hjá norðurlendska uniónskonginum Erik av Pommern og Philippu, drotning, nýttur 1406-1430 (1442).
 
 Kirkjubøarstólur A
Stólavangi B
Maria Moy við barninum. Vápnamerkið, sum eisini sæst á pultavanga 1, kann vera merkið hjá Jóannesi Theutonicus, Føroya biskuppi (nevndur 1407-20).
 
 Kirkjubøarstólur B
Stólavangi C
Jóannes doyparin kenst av runda diskinum við Guðslambinum og av sínum grova kyrtli úr kamelhári. Ovast er norska ríkisvápinið.
 
 Kirkjubøarstólur C
Stólavangi D
Paulus ápostul við svørði sínum. Ovast sæst høgra hond Guðs koma vælsignandi undan skýnum, umgyrd av glæmu
 Kirkjubøarstólur D
Stólavangi E
Matteus ápostul við svørði. Ovast eitt kynstrugt mynstur úr togverki, ið myndar ein dupultan kross.
 
 Kirkjubøarstólur E
Stólavangi F
Andrias ápostul við sínum skákkrossi. Ovast eitt ókent vápin, helst hjá einum biskupi.
 
 Kirkjubøarstólur F
Stólavangi G
Tummas ápostul við langspjóti. Ókendur vápnaskjøldur.
 
 Kirkjubøarstólur G
Stólavangi H
Ikki ber til at gera av, hvør hesin ápostul er, sum heldur eini bók, eins og so mangir halgir menn. Vápnaskjøldurin ovast er tómur, men hevur ætlandi áður verið málaður.

 
 Kirkjubøarstólur H
Stólavangi I
Pætur ápostul við lyklinum til Himnaríki. Ovast andlit Krists við glæmu sum fýrsmæra, ein hámett andaktsmynd úr seinmiðøld.
 
 Kirkjubøarstólur I
Stólavangi J
Judas Taddeus ápostul við gassa ella Jákup hin Yngri, ið varð dripin við eini tóvarafjøl. Ovast ein flættaður krossur.
 
 Kirkjubøarstólur J
Stólavangi K
Jákup hin Eldri ápostul í pílagrímsklæðum við jákupsskel á hattinum. Vápnaskjøldurin við krosskastaðum lyklum er kanska tann hjá Kristkirkju í Bergen.
 
 Kirkjubøarstólur K
Stólavangi L
Bartolomeus ápostul stendur við knívinum, hann varð flettur við. Ovast ókendur vápnaskjøldur við krosskastaðum biskupsstavum.
 
 Kirkjubøarstólur L
Stólavangi M
Ókendur ápostul við bók og tómur vápnaskjøldur.
 
 Kirkjubøarstólur M
Stólavangi N
Jóhannes ápostul – og evangelistur – við eiturbikari. Vápnaskjøldurin við trimum krúnum, sum er festur á ein kross, er tann hjá Kalmaruniónini.
 
 Kirkjubøarstólur N
Pultavangi O
Uttan sæst Maria við barninum og ein biskupur, helst Erlendur, Føroya biskupur. Innan eitt biskupsvápnamerki og ein ókendur vápnaskjøldur.
Kirkjubøarstólur OP grafik2 Kirkjubøarstólur O  Kirkjubøarstólur O2
Pultavangi P
Uttan sæst Ólavur Heilagi yvir abbatahalgimenninum Brendanus. Innan tær tríggjar krúnurnar hjá norðurlendsku uniónini og ein skjøldur við einum veðri – Føroya vápin.
 
Kirkjubøarstólur OP grafik1 Kirkjubøarstólur P2  Kirkjubøarstólur P
Stólavangar Q og R
Vóru til 1874 nýttir sum stólavangar í Kirkjubøar kirkju. Teir eru úr seinmiðøld, men hoyrdu ikki til kirkjuinnbúgvið av fyrstan tíð. Annar teirra hevur verið songarstavur.
 
Kirkjubøarstólur Q  Kirkjubøarstólur R
Halgigongukrossur
Krossur úr viði, klæddur við koparblikki. Helst hava gimsteinar sitið ytst á krossørmunum báðumegin og mitt á framsíðuni. 1300árini.
 
 Halgigongukrossur úr Kirkjubø