logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Rúnir

Rúnarsteinur

At rista rúnir var vanligt í víkingaøld og miðøld. Rúnatekin vórðu rist bæði í grót og trælutir.

Í víkingaøld hevði rúnastavraðið, sum longu tá var gamalt, 16 tekn, nevnt futhark-stavraðið, eftir ljóðvirðinum á seks teimum fyrstu rúnunum. Tað vóru tvey meginavbrigdi: langrúnir ella normalrúnirnar, eisini róptar tær donsku rúnirnar, og stuttrúnir, eisini nevndar tær svensk-norsku rúnirnar.

Rúnir vóru vanligur partur av gerandisdegnum í 1100-1300-árunum. Longri vit koma upp í miðøld, síggja vit oftari rúnir nýttar til latínsk orð ella latínskan tekst. Úr seinmiðøld eru ikki so nógvar rúnainnskriftir varðveittar. Miðskeiðis í 1500-árunum og seinni vinna tær eitt sindur fram aftur. Tá er latínska bókstavraðið langt síðan vorðið vanligt, og líkt er til, at rúnirnar ikki eru ein livandi skrift longur. Rúnir hava altíð verið mettar at hava havt eina gandakenda megi.

Rúnir, yngra futhark
Rúnir, yngru rúnirnar