logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Forn búseting

Frímerki - gerandisdagur í víkingatíð

Fólk búsettust í Føroyum einaferð í 9. øld. Tað sýnir fornfrøðiliga tilfarið. Eisini samsvarar hetta við Føroyingasøgu frá uml. 1200, sum sigur, at norðbúgvar búsettust í Føroyum meðan Haraldur Hárfagri var kongur í Noregi (uml. 872 til uml. 930).

Írski munkurin Dicuil skrivar uml. 814-825, at o.u. 100 ár framman undan høvdu írskir einbúgvar fest búgv á nøkrum oyggjum, sum summi halda vera Føroyar. Men nú vóru oyggjarnar fólkatómar, tí víkingar høvdu rikið einbúgvarnar burtur. Vakstrarsøguligar kanningar hava sýnt, at havri hevur verið veltur í Føroyum í uml. 650, ímeðan bygg hevur verið velt uml. 870. Kanska boðar havrin frá einum landnámi undan tí, sum sæst í tí elsta fornfrøðiliga tilfarinum.

Staðanøvn í Føroyum benda á, at teir fyrstu norðbúgvarnir, ið búsettust í Føroyum, bæði komu úr Noregi og úr bretsku oyggjunum. Eisini geva fornsøgurnar hesa fatan. Ílegukanningar sýna, at 80 % av føroysku kvinnunum eru ættaðar úr skotskt-írska økinum.