logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Upplatingartíðir
Praktisk kunning
Skúlatænasta
 
aa Undirvísingartilfar
 
  Tættir úr mentanarsøguni
 
  Tættir úr náttúrusøguni

Savnsbúð
Rundvísing
Filmar
Framsýning í Brekkutúni 6,
Tjóðsavn - mentan og náttúra

Útisavnið í Hoyvík
Dúvugarðar í Saksun
Koltur
Hvalastøðin við Áir
Prentaðir faldarar o.a.
Føroyinga søga

Sigmundur Brestisson boðar kristindómin á tingi

Í Føroyinga søgu, har samfelagsviðurskifti í tíðini í 900- og 1000-árunum verða lýst, verður sagt frá, at tvær høvdingaættir sótu við ræði í Føroyum, Gøtuskeggjaættin og Hovsættin. Frásøgnin í Føroyinga søgu er um, hvussu hesar ættir vórðu sameindar í eina, tað kristna høvdingadømið hjá Leivi Øssursson, og hvussu stýrisskipan føroyinga kom undir vald Noregs kongs.

Fyrsta síða av Føroyinga søgu í Flateyjarbók (GKS 1005 fol.). Flateyjarbók er eitt savn av eldri fornsøgum og skrivað í Norðuríslandi o.u. 1390.

Madr er nevndr Grimr kamban hann bygde fystr Færeyiar a dogum Haralldz híns harfagra flydu firir hans of Riki fíolde manna settuzst sumir j Færeyium ok bygdu þar en sumir leítudu til annarra eyde landa. Audr hín diupaudga for til Íslandz ok kom vid Færeyiar ok gipti þar Olofu dottur Þorsttæins rauds ok er þadan komínn hinn mesti kynþattr Færeyínga er þeir kalla Gotu skeggía er bygdu j Austr ey.

Kristindómur
Trækrossar, funnir í víkingaaldargarðinum á Toftanesi í Leirvík. Úr 9. øld.
Norðbúgvasamfeløgini vóru í elstu tíðum skipað við støði í heidnari ásatrúgv. Samskiftið við kristnu umverðina gjørdi kortini, at mong tóku við kristnari trúgv. Fleiri dømi eru í fornsøgunum um hetta. Áðrenn kristindómur varð boðaður á tingi í Føroyum umleið 1000 og samfelagið við politiskari samtykt gjørdist kristið umleið 1024, er líkt til, at heiðinskapur og kristnitrúgv í mong ár livdu lið um lið.

Krossarnir úr Leirvík eru sonevndir húskrossar, t.e. krossar, ið fólk hava nýtt heima. Samdømi eru funnin í norðbúgvabúsetingunum í Grønlandi úr 12. øld. Hesir krossarnir eru helst elstu dømi um tílíkar krossar.