logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
 
aa Fornfrøðideild
 
  Fólkalívsdeild
 
  Bygningadeild
 
  Innlating av lutum
til Fornminnissavnið

 
  Verkætlanir, verkevni og
samsstørv

  Søgan hjá Fornminnis-
savninum

Náttúrugripasavnið
 
 

Fólkalívsdeild

Fólkalívsdeildin hevur savn fyri yngri tíð, har ábyrgdarøkið er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla materiella mentanararv landsins frá nýggjari tíð – frá trúbótini uml. 1550 til í dag.

Í mentanarsøguligum høpi verður tíðin fram til uml. 1900 vanliga nevnd “gamla bóndasamfelagið” ella preindustriell tíð, ímeðan tíðarskeiðið eftir umleið 1880 fram til umleið 1970 vanliga verður nevnt “fiskivinnusamfelagið” ella “ídnaðaðartíð”.

Bæði hesi høvuðstíðarskeið kunnu greinast í styttri søguskeið, t.d. einahandilstíðin, slupptíðin, o.s.fr.




Sjómenn

Innsavning og savnindi
Tíðirskeiðið frá trúbótini til umleið 1900 hava vit tað, sum tað einaferð ber til at fáa. Tað er eitt stórt savn av føroyskum árabátum og innsavnað frásagnir um tann eldra partin av maritimu mentanarsøguni.

Frá ídnaðartíð eru stórar innsavningar gjørdar á teimum mest týðandi økjunum, bæði av gripum og frásagnum, serliga slupptíðina fram til uml. 1940.

Tað er eisini eitt rættiliga stórt savn av fotomyndum frá tíðini umleið 1860 til í dag, meginparturin frá fyrru helvt og miðskeiðis av 20. øld.

Tað serføroyska hevur sjálvsagt áhuga. Nú verður roynt at savna inn miðvíst við atliti at maritimari søgu frá tíðini 1945 og fram til í dag. Maritim arbeiði og yrki frá seinnu helvt av 20. øld hava týdning.

Skráseting og varðveiting
Nógva gripatilfarið frá yngri tíð er skrásett í telduskrá. Somuleiðis alt frásagnartilfarið frá ymsum innsavningarátøkum. Tað stóra og fjølbroytta myndasavnið verður allatíðina skrásett. Tá ið skrásetingin er liðug, fara gripir og savnindi á goymslu, og soleiðis tryggja vit, at tilfar – gripir og savnindi – verður varðveitt í framtíðini. Skráseting og varðveiting av materiella mentanararvi landsins skal skiljast sum søguliga minnið hjá tjóðini. Aðalreglan er at varðveita hesi savnindi í allar ævir.

Miðlan og gransking
Framsýningar verða gjørdar, ið lýsa fólkalív og yngri søgu landsins, eisini smærri framsýningar, ið lýsa innkomið søguligt tilfar.

Savnsfagnaðurin er afturvendandi barna- og ungdómsframsýningin um heystið, og somuleiðis bóndahúsini Dúvugarðar í Saksun og Hoyvíksgarður er útisavn. Skúlatænastan røkir sambandið við skúlaverkið.

Fólkalívsdeildin hevur fakligt samstarv við Landsskjalasavnið og Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum. Europeiskt samstarv er við ANSC - Association of North Sea Cities – The Maritime Museum Network – millum maritim søvn í Norðureuropa, Stórbretlandi og í Skandinavia. Útnorðurstarv er við VNH - Netværk for samarbejde omkring dokumentation, historieskrivning og formidling af de vestnordiske landes fælleshistorie. Samstarvið er víðkað til at umfata skjalasøvn, søvn og universitet í Útnorði, Noregi og Danmark.

Hugsjón og leiklutur - søguliga medvitið skal styrkjast
Søga og søvn og samfelag eru eitt. Eitt er at varðveita og umsita mentanararvin, men tað er eisini uppgávan at veita tænastur um vitanina um Føroya søgu, og leggja aftrat og framleiða vitan um søguliga minnið hjá tjóðini. Alskyns fyrispurningar verða eftir førimuni svaraðir.

Fólkalívsdeildin hevur ein savnsteknikara, ein savnslærara og ein savnvørð. Av og á eru tímalønt hjálparfólk og verkætlanarlønt fólk knýtt at deildini.

Verkætlanin hvalastøðin við Áir
Síðan á vári 2011 hevur verið arbeitt við at varðveita hvalastøðina við Áir. Starvsfólk taka lut í hesi verkætlan og savna inn gripir og tilfar, skráseta og miðla ávegis. Verkætlanin er ein felags verkætlan hjá Søvnum Landsins. Talan er um at varðveita hetta ídnaðarminni frá fyrst í 20. øld og, og kortleggja hendan vinnutátt sum natúrligan part av maritimu søguni í nýggjari tíð.

 
SAMBAND:
Erland Viberg Joensen
savnvørður
340 551
[email protected]