logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Heart of the Atlantic

Rannsóknirnar í Junkarinsfløtti eru partur av verkætlanini: “Heart of the Atlantic: Cultural Landscapes of Sandoy, Faroe Islands.”

Endamálini við verkætlanini eru:

1) At fáa eitt greinað fleirvísindaligt yvirlit av mentanarligum broytingum og náttúrulandslagnum í Sandoy frá fyrstu búsetingum og til dagin í dag. Áherðsla verður løgd á evni sum búskaparligar broytingar, mannaskapt árin, veðurlagsbroytingar, búsetingarsøgu o.a.

2) At tvinna saman fornfrøðilig og søgulig data við tey nátúruvísindaligu úrslitini, framleidd verða í verkætlanini “Landscapes circum landnám” undir Leverhulme Trust.

3) At savna bestu mannagongdirnar innan feltarbeiði og analytisk arbeiði hjá fornfrøðingum og øðrum vísindafólkum úr Norðurlondum, UK og Norður Amerika, ið virka í Útnorðri til frama fyri føroysku verkætlanina.

4) At skapa umstøður til venjing og útbúgving fyri føroysk og útlendsk lesandi og virkandi, herundir at innlima feltskúlar í Íslandi og Hetlandi.

5) At veita stuðul til lokalar royndir at menna mentanar- og náttúru-ferðavinnu og at fremja miðlan av varandi verkætlanum mentanararvinum viðvíkjandi.