logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Helgolandsfellan í Nólsoy

Í Nólsoy stendur Helgolandsfellan hjá Náttúrugripasavninum frá 1994. Vit vita tí nógv um fuglalívið í Nólsoy, og vit hava eina kenslu av, at Nólsoy er umboðandi fyri alt landið.

Helgolandsfellan hevur áliga fangað og ringmerkt millum 300 og 500 fuglar, mest tey smáu fuglasløgini, ið ofta eru torfør at kenna aftur. Í Helgolandsfelluni eru ringmerkt 49 sløg, millum hesi eru 9 nýggj sløg skrásett fyri Føroyar.

Við at ringmerkja fáa vit at vita, nær og hvussu ofta fuglarnir eru at finna í Føroyum, hvussu skjótt teir kunnu flyta seg, og hvar teir halda til um veturin, hvussu staðbundnir teir eru, og hvussu leingi teir kunnu liva.

Ringmerkingar í Føroyum hava verið framdar síðani 1912. Til dømis varð ein leyvljómari (Phylloscopus trochilus) ringmerktur í Svøríki 1. september 1994, nær Hedemova í ein útnyrðing úr Stockholm, avllisin í Helgolandsfelluni 18. oktober 1994. Talan var her um ein tein upp á 1.224 km.

Ringmerkingar í Føroyum hava verið framdar síðani 1912, og í 1981 skipaði Náttúrugripasavnið fyri fuglateljing um allar Føroyar. Hyggja vit at samlaðu úrslitunum yvir fuglalívið í dag, samanborið við 1981, er afturgongdin sjónlig. Tørvur er á tiltøkum fyri at venda gongdini, eitt nú við at dagføra veiðilógina, forða innflutningi av dýrum og plantum, dagføra rottulógina frá 1962, avmarka sigling við ferðafólki undir fuglabjørgunum og fáa í lag aðrar fyriskipanir fyri at verja náttúruna.
SAMBAND:
Janus Hansen
340 571
[email protected]