logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fortsatte undersøgelser af grindehvalernes vandringer i Nordatlanten

Verkætlanin hevur til endamáls at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grind. Føroyingar hava eina aldagamla og siðbundna grindaveiðu.

Spurningurin, um grindaveiðan er burðardygg, hevur tíðum verið reistur og viðgjørdur á altjóða arbeiðsfundum, og tá er eftirlýst meira vitan um atburð, ferðing og útbreiðslu hjá grind fyri at kenna, hvussu stórt økið er, ið grindahvalir við Føroyar koma frá.

Úrslitini verða partur av vísindaligari meting av, um føroyska grindaveiðan er burðardygg.

Náttúrugripasavnið varðar av verkætlaniini, og verkætlanarleiðari er Bjarni Mikkelsen.

Eisini luttekur Aarhus Universitet. Verkætlanin er fíggjað av danska Miljøstyrelsen.