logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
CAFF, Conservation of Arctic Flora and Fauna

CAFF er ein arbeiðsbólkur undir Arktiska ráðnum.

Bólkurin hevur til endamáls at arbeiða við skipanum um varðveitslu av tí lívfrøðiliga margfeldinum í arktis og á henda hátt tryggja eina burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum.

CAFF er skipað við einum ráði (Management Board), har øll 8 limalondini luttaka. Føroyar hava eisini umboð í ráðnum. Føroyska umboðið er Anna Maria Fosaa. Seinastu árini hava vit ikki luttikið, men bert fylgt við í arbeiðinum.

Fleiri fakundirbólkar eru undir ráðnum. Hesir bólkar hava til endamáls at samskipa samstarv millum vísindafólk og seta í gongd verkætlanir, hvørs endamál er at varðveita tað lívfrøðiliga margfeldið:
  • CBird, ið er fuglabólkurin. Ábyrgd í Føroyum: Bergur Olsen, Havstovan
  • DFG (Caff Flora Group). Ábyrgd í Føroyum: Anna Maria Fosaa
  • Marine Biodiversity Monitoring Group. Ábyrgd í Føroyum: Jan Sørensen
  • Freshwater Expert Monitoring Group. Ábyrgd í Føroyum: Leivur Janus Hansen
  • Terrestrial Biodiversity Monitoring Group. Ábyrgd í Føroyum: Anna Maria Fosaa.
SAMBAND
Anna Maria Fosaa
340 570
[email protected]