logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
  Søgan
 
  Plantudeild
 
  Landdjóradeild
 
  Sjódýradeild
 
  Verkætlanir

 

Ringmerktur skarvur

Tann fyrsti føroyski skarvurin varð ringmerktur í 1931, men til dagin í dag eru bert 55 skarvar merktir í Føroyum. Enn eru ongir av teimum 55 fuglunum funnir uttanlands.

Í Noregi eru umleið 50.000 skarvar ringmerktir, og eingin teirra er funnin aftur uttan fyri Norskt sjómark. Bretar hava ringmerkt á leið 230.000 skarvar, og av teimum eru bert heilt fáir farnir til stroks. Teir hava millum annað leitað sær til Fraklands og Noregs, og 6 av teimum eru funnir aftur við Føroyar. Hesir vóru merktir: ein á Orkney, ein á Foula, tveir á Fair Isle, ein á Isle of May og ein á Farne Islands.

Tann elsti ringmerkti skarvurin, var merktur í Onglandi. Tá hann varð skotin, hevði hann havt ring um beinið í 30 ár og 7 mánaðar. Elsti skarvurin, vit vita um í Føroyum, varð funnin 20 ár eftir, at hann hevði fingið ringin um beinið. Hann varð sum ungi ringmerktur 4. september 1961 á Fair Isle, og varð funnin aftur í Føroyum 4. juli í 1981.

Skarvarnir í okkara grannalondum eru sum heild búfuglar, men hvørt teir føroysku skarvarnir eisini eru støðufastir, fáa vit bert at vita við at ringmerkja fleiri fuglar.




Ringmerkingar
 
aa Ringmerking 2009
 
  Ringmerking 2010
 
  Ringmerking 2011
 
  Norskur lundi
 
  Ringmerktur skarvur