logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
  Søgan
 
  Plantudeild
 
  Landdjóradeild
 
  Sjódýradeild
 
  Verkætlanir

 

Ringmerktur norskur lundi

Norskur lundi (Fratercula arctica arctica) eru heldur størri enn føroyskur lundi (F. a. grabae). Ein partur av lundunum, ið verða skotnir við Føroyar á vetri, koma úr Noregi. Tað vita vit, tí at 22 ringmerktir norskir lundar eru funnir ella skotnir við Føroyar.

Afturmeldingar vísa, at teir fyrstu norsku lundarnir koma inn undir land í Føroyum í novembermánaði og fara avstað aftur í februar. 11 av teimum 22 norsku lundunum eru skotnir í desember, og tann elsti ringmerkti lundin, ið vit vita um, var norskur og gjørdist 41 ára gamal. Hann varð tikin av einum ránfugli.

Tann 14. desember 2009 varð ein norskur lundi við ringi nr. MA28959 skotin við Høgnaboða, ið er í ein landnyrðing úr Nólsoynni.

Ringurin sigur okkum eitt sindur um ferðamynstrið hjá hesum lunda, ið var ein bøga. Hann varð ringmerktur sum gamal verpingarfuglur í oynni Hernyken við Lofoten tann 20. juli 1992 av Tycho Anker-Nisse.

Hann varð síðan sæddur ella fangaður á hvørjum ári eftir hetta á Hernyken, tó ikki árini 1996, 1998, 200, 2005, 2008 og 2009; hesi árini komu ongar pisur undan í Lofoten.

Aðrir ringmerktir lundar í Lofoten bera seg at á sama hátt, tá ið árini eru vánalig, t.e. teir koma ikki í lundalandið, men halda seg úti á sjónum.




Ringmerkingar
 
aa Ringmerking 2009
 
  Ringmerking 2010
 
  Ringmerking 2011
 
  Norskur lundi
 
  Ringmerktur skarvur