logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
   Søgan
 
  Plantudeild
 
  Landdjóradeild
 
  Sjódýradeild
 
  Verkætlanir

 
Ringmerking 2011

Ein fyribils uppgerð vísir, at 2702 fuglar vórðu ringmerktir í Føroyum í 2011, og at talan er um 37 fuglasløg (sí talvuna niðanfyri). Hetta er fyrsta árið, at dimmur velreyði er ringmerktur í Føroyum.
Fuglaslag Ringmerktir fuglar
Skrápur 1
Drunnhvíti 2318
Sýldur drunnhvíti 59
Svanur 6
Brandgás 1
Sjóhøna 1
Stelkur 1
Tjaldursgrælingur 2
Skúgvi 16
Kjógvi 3
Fransaterna 8
Fiskimási 10
Likka 25
Lomvigi 19
Bládugva 7
Summargrátítlingur 1
Grátítlingur 1
Jarntítlingur 1
Bringureyði 8
Dimmur velreyði 1
Steinstolpa 1
Kvørkveggja 9
Royljómari 1
Sevljómari 1
Heykljómari 1
Munkur 33
Grønljómari 1
Leyvljómari 9
Grannljómari 27
Nilksljómari 3
Títlingskongur 12
Stórtíta 1
Músabroður 10
Stari 66
Gráspurvur 33
Barrígða 1
Roðaígða 4
Samanlagt: 2702

Ringmerking er ein sera týðandi liður í arbeiðinum við at fáa meira vitan hvussu fuglur livir og ferðast. Men tað er tó ikki nóg mikið bara at seta ein ring á fuglin. Fyri at arbeiðið skal hepnast, er minst líka týdningarmikið at fáa fráboðanir, tá fólk finna bæði livandi og deyðan ringmerktan fugl.

Í 2011 vórðu samanlagt 126 fráboðanir um ringmerktan fugl sæddan í Føroyum (sí talvuna niðanfyri). Av hesum eru fleiri áhugaverdar afturmeldingar. Nevnast kunnu:

Drunnhvíti merktur 2. august 2011 í Nólsoy og avlisin 13 dagar seinni á Tres Ness, Sanday, Orkney, sum liggur 386 km frá Nólsoy.

Reyðspogvi merktur sum vaksin 28. januar 2009 á Reverve Moeze, Charente-Maritime, France og avlisin á Sandoy 22. apríl 2011. Hesin reyðspógvin er sæddur 12 ferðir í økinum við Charente-Maritime m.a. á heysti 2009 og 2010 og 9. apríl 2011 í Hollandi. Sandoy er 1844 km fra staðnum, har hann varð merktur.

Likkuskuri merktur 24. juni 2011 í Klaksvík og avlisin 19. oktober 2011 í Monte Cordo, Vila Real de Santo António, Faro, Portugal, sum er 2789 km frá Klaksvík.

Rita merkt sum vaksin 7. juli 1990 á Hornøya, Vardø, Noregi og fleygað á Munkagrunninum 21. desember 2011, t.v.s at hon bar ringin í næstan 21½ ár.

Álkupisa merkt 20. juni 2010 á Bardsey Island, Wales og skotin 114 dagar seinni í Trongisvágsfirði, 985 km frá staðnum, har hon varð merkt.

Lomvigapisa merkt 29. juni 2010 við Sumburgh í Shetlandi og skotin 101 dagar seinni í Hvannasundi, 393 km frá Sumburgh.
  Danmark UK Norra Ísland Frankaríki Portugal
Drunnhvíti 64 11       1
Náti 4 2        
Skarvur   1        
Tjaldur   3        
Tjaldursgrælingur       1    
Reyðspogvi         1  
Lomvigi 2 1   2    
Álka   2   2    
Lundi   6        
Skúgvur 2          
Likka 6 3        
Fiskimási 1          
Valmási     2      
Rita     5 1    
Kvørkveggja 1          
Stari 2          
Gráspurvur 1          
Samanlagt: 82 29 7 6 1 1

 




Ringmerkingar
 
aa Ringmerking 2009
 
  Ringmerking 2010
 
  Ringmerking 2011
 
  Norskur lundi
 
  Ringmerktur skarvur