logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
   Søgan
 
  Plantudeild
 
  Landdjóradeild
 
  Sjódýradeild
 
  Verkætlanir

 
Ringmerking 2010

2010 gjørdist árið, tá vit rundaðu tær 100.000 ringmerkingarnar framdar í Føroyum. Í tey sløku hundrað árini (1912 til 2010), ið vit hava ringmerkt fugl, eru 102.766 fuglar vorðnir merktir. Ein fyribils uppgerð vísir, at 3198 fuglar vórðu ringmerktir í Føroyum í 2010, og at talan er um 27 fuglasløg (sí talvuna niðanfyri).
 
Fuglaslag Ringmerktir fuglar
Sýldur drunnhvíti 89
Kjógvi 1
Títlingur 1
Fískiørn 1
Títlingskongur 1
Músabróður 8
Granljómari 17
Gráspurvur 21
Barrígða 1
Garðljómari 2
Nilksljómari 4
Bládúgva 4
Drunnhvíti 2532
Leyvljómari 20
Munkur 21
Rita 11
Bringureyði 5
Okn 7
Likka 15
Skrápur 3
Kvørkveggja 8
Fiskimási 18
Stari 404
Tjaldursgrælingur 1
Skatumási 1
Tjaldur  1
Óðinshani 1
Tilsamans 3198

 

 

Ringmerking er ein sera týðandi liður í at fáa meira vitan um fugl, t.e. hvussu hann livir og ferðast. Men tað er tó ikki nóg mikið bara at seta ein ring á fuglin. Fyri at arbeiðið skal hepnast, er minst líka týdningarmikið at fáa fráboðanir, tá fólk finna bæði livandi og deyðan ringmerktan fugl.

Í 2010 vórðu samanlagt 101 fráboðanir um ringmerktan fugl sæddan í Føroyum (sí talvuna niðanfyri). Millum aðrar vórðu fráboðanir um 15 enskar lundar heldur óvanligar, men vit bíða við at gera nakra niðurstøðu, fyrr enn vit hava fingið endaliga frábðan frá enska ringmerkjaramiðstøðini (BTO). Fráboðanin um heimsins næstelsta ringmerkta lomviga var eisini spennandi tíðindi, hóast tað sjálvandi er harmiligt at hann endaði sínar dagar við at verða skotin.

 

 

  Danmark UK Norra Ísland Frankaríki
Gráspurvur 1        
Lundi 15 2 1
Rita 1 1      
Lomvia 1 2
Tjaldur    3   1  
Álk 3 2
Stari 1        
Náti 7 1 1
Terna 1        
Tjaldursgrælingur 1 1
Reyðspógvi         1
Íslandsgás 1
Skúgvi 1        
Drunnhvíti 45 5
Tejsti 1        
Likka   1      
Samanlagt 60 32 3 5 1



Ringmerkingar
 
aa Ringmerking 2009
 
  Ringmerking 2010
 
  Ringmerking 2011
 
  Norskur lundi
 
  Ringmerktur skarvur