logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
    Søgan
 
  Plantudeild
 
  Landdjóradeild
 
  Sjódýradeild
 
  Verkætlanir

 
Ringmerking 2009

Ringmerking er ein sera týðandi liður í at fáa meira vitan um fugl, t.e. hvussu hann livir og ferðast. Men tað er tó ikki nóg mikið bara at seta ein ring á fuglin. Fyri at arbeiðið skal hepnast, mugu fólk geva søvnunum boð um ringmerktar fuglar.

Ein fyribils uppgerð vísir, at 1030 fuglar vórðu ringmerktir í Føroyum í 2009, og at tað snýr seg um 37 fuglasløg (sí talvuna niðanfyri). Aftur hesa ferð royndist helgolandsrúsan í Nólsoy væl. Tvey fuglasløg, sum fyrstu ferð vórðu skrásett í Føroyum í 2009, vórðu eisini ringmerkt í Nólsoy. Tað var velblái (Tarsiger cyanuru) og kinnhvítur ljómari (Sylvia cantillans).
Fuglaslag ringmerktir fuglar
Náti 26
Skrápur 1
Drunnhvíti 27
Villdunna 24
Tjaldur 2
Spógvi 11
Kjógvi 5
Fransaterna 2
Likka 22
Fiskimási 5
Rita 20
Terna 425
Lundi 107
Bládúgva 7
Snúðurkriki 1
Títlingur 7
Grátítlingur 9
Músabróðir 25
Velblái 2
Bringureyði 13
Velreyði 1
Steinstólpa 3
Kvørkveggja 6
Óðinshani 1
Heykljómari 4
Notuljómari 7
Garðljómari 6
Munkur 19
Kinnhvítur ljómari  1
Nilksljómari 8
Grannljómari 30
Leyvljómari 13
Títlingskongur 31
Stari 29
Gráspurvur 124
Bókígða 3
Fjallígða 3
Tilsamans 1030

 




Ringmerkingar
 
aa Ringmerking 2009
 
  Ringmerking 2010
 
  Ringmerking 2011
 
  Norskur lundi
 
  Ringmerktur skarvur