logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Plantusavn

Ábyrgdarøki hjá plantudeildini er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla plantulívið í Føroyum, bæði í samband við flokkanarfrøði og vistfrøði.

Á plantusavninum eru uml. 40.000 skrásetingar, sum eru teldutøkar. Tær eru er av hægri plantum, skónum mosum, soppum og tarum. Tað mesta av teimum eru føroyskar plantur, har tann størsti parturin er frá 1960 og 61. Harumframt er eitt stórt savn av útlendskum plantum og eitt savn av føroyskum skónum, mosum og tarum. Umframt eisini gløs við pollensýnum frá granskingarvirkseminum hjá Jóhannes Jóhansen.

Plantudeildin granskar í broytingum í plantuvøkstrinum herundir sambandið millum vøkstur og veðurlag, árinið av seyðabiti á plantuvøksturin og broytingar í útbreiðsluni av plantusløgum.

Av størri granskingarverkætlanum, sum hava verið gjørdar á savninum, kunnu nevnast verkætlan um vakstrarsøganuni, ið røkkur frá ístíðini fram til okkara tíð, og ein verkætlan, ið hevur til endamáls at kannað sambandið millum veðurlag og fjallavøkstur. Og verkætlanin vakstrarbeltir og veðurlag.  
SAMBAND
Anna Maria Fosaa
340 570
[email protected]