logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
Atgeingi til skjøl

Eitt av høvuðsendamálunum hjá Landsskjalasavninum er at tryggja, at savnindini eru tøk fyri almenningin.

Sambært lóg um Føroya Landsskjalasavn eru savnseindir hjá almennum myndugleikum, sum eru latnar Landsskjalasavninum, atgongdar, tá eindirnar eru 30 ára gamlar.

Stovnurin, ið avhendir, kann saman við Landsskjalasavninum áseta eina longri freist um serlig viðurskifti krevja tað.

Privat fólk, sum lata Landsskjalasavninum skjøl, kunnu sjálvi áseta reglur í samráð við savnið.

Fyri savnseindir, sum innihalda t.d. privatar upplýsingar hjá einstaklingum er atgeingisfreistin vanliga 80 ár.

Søkjast kann um at síggja mál á lesistovuni hjá Landsskjalasavninum, sum innihalda persónsupplýsingar, antin til granskingarendamál ella fyri at fáa upplýsingar um egin viðurskifti.

Søkjast skal á serligt umsóknarblað, sum fæst frá stovninum og eisini liggur her á heimasíðuni.

Tá ið støða verður tikin til um umsøkjarar kunnu fáa loyvi til at síggja tílík skjøl, verður hugt eftir endamálinum við umsóknini.

Somuleiðis verða treytir settar til eitt møguligt loyvi. Treytirnar eru t.d. at upplýsingar, sum eru í skjølunum, ikki mugu berast víðari og at skjølini ikki mugu almannakunngerast á ein slíkan hátt, at persónlig viðurskifti kunnu kennast aftur.

Hesi viðurskifti eru skipaði í Ll. nr. 49 frá 28. apríl 1992 um Føroya Landsskjalasavn §§ 11-16.

Fyri skjøl hjá ríkisstovnum í Føroyum er danska arkivlógin galdandi. Har eru atgeingisfreistirnar ávikavist 20 og 80 ár.
SAMBAND
Lena Nolsøe
340 531
[email protected]