logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
Landsskjalasavnið
 
aa Avhending av skjølum
 
  Góðkenning
 
  Eftirlit
 
  Heimlán
 
  Ráðgeving
 
  Atgeingi til skjøl
 
  Lesistova
 
  Fjarlán
 
  Undirvísing og kunning
 
  Prísir
 
  Frágreiðingar
 
  Søgan um Landsskjalasavnið

Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
Prísir

Vitjandi á lesistovuni gjalda ikki fyri vegleiðing og lesistovulán. Tó mugu vitjandi gjalda, um tey vilja hava starvsfólk at gera kanningar fyri seg.

Savnskanningar
Fyri umbidnar kanningar, sum starvsfólk á Landsskjalasavninum gera í søvnunum, verður goldin tímaløn, ið er kr. 400. Goldið verður 100 kr. fyri hvørt byrjað korter. Gjaldast skal fyri umbidnar kanningar uttan mun til úrslit.

Vanligt ljósprent á pappír
Avgreiðslugjald kr. 40
A4 stødd – fyri eintakið kr. 3
A3 stødd – fyri eintakið kr. 5

Avgreiðslugjald verður ikki tikið fyri smærri ljósprentsuppgávur hjá vitjandi á lesistovuni.

Ljóslesing/skanning
Avgreiðslugjald kr. 40
Grundgjald fyri fløgu kr. 150
Fløga við fólkateljing/kirkjubók kr. 250
Talgild avmynding, fyri hvørja kr. 250
Svart/hvítt útprent á pappír, eintakið kr. 10
Litprent á pappír, eintakið kr. 25

Fyri skanning á fløgu verður gjaldið sett í mun til hvussu nógv skjøl eru á fløguni, dygdina av skanningini og hvussu langa tíð arbeiðið tekur.

Váttanir
Fyri váttað ljósprent ella útskriftir úr t.d. tinglýsing, próvtøkubókum, kirkjubókum, føðibrøvum, dóps- ella vígslubrøvum o.l. er kostnaðurin kr. 250
Um kanningararbeiðið í sambandi við váttan varir longri enn eitt korter, verður tímaløn goldin umframt.