logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Ert tú útgevari ella framleiðari?

Avhending av skyldueintøkum
Ein av høvuðsuppávunum hjá Landsbókasavninum er at savna inn, skráseta og varðveita alla føroyska útgávu av bókmentatilfari, tvs. allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum.

Ein av grundstuðlunum undir at røkja hesa uppgávu er skylduavhendingin, sum fevnir um at avhenda eintøk til Landsbókasavnið av øllum verkum, útgivnum í Føroyum. Skyldan er galdandi uttan mun til í ella á hvørjum miðli verkið fyriliggur.

Lesið meira um hetta á: Til ber at leita í bókaskránni eftir øllum, sum er skrásett á Landsbókasavninum, bæði føroyskum og útlendskum. ISBN og ISSN
ISBN-skrivstovan á Landsbókasavninum umsitur føroysku ISBN-skipanina, og har skulu útgevarar venda sær, um teir ætla at skráseta seg sum ISBN-forlag við egnari ISBN-umsiting.

Er talan um stakar útgávur frá útgevara, sum ikki hevur egna ISBN-umsiting, eigur viðkomandi at venda sær til Bókamiðsøluna á tel. 313756 at fáa støk ISBN-nummur.

ISSN-skipanin verður Føroya vegna umsitin av donsku ISSN-skrivstovuni á Kongaliga bókasavninum í Keypmannahavn, ISSN Danmark, men tað ber til at skráseta tíðarritini og fáa ISSN-nummar gjøgnum ISBN-skrivstovuna á Landsbókasavninum.

Lesið meira um hetta á: Aðrar tænastur til útgevarar
Landsbókasavnið hevur umframt bókligu søvnini eisini onnur søvn, eitt nú smærri myndasøvn og eitt stórt handritasavn, sum kunnu brúkast í útgávuhøpi. Eisini hava vit allar føroysku avísirnar á mikrofilmum, sum kunnu lesast við okkara avíslesarum.

Set teg í samband við Landsbókasavnið á tel. 340525, ella støkk inn á gólvið hjá okkum, um tú hevur áhuga í hesum.
SAMBAND