logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Hvussu seti eg sjøtul á?

Evnislýsing
Til tess at gera eina uppgávu áhugaverda hevur tað týdning, at uppgávan kemur við onkrum nýggjum, sigur frá onkrum, sum tú og onnur kunnu taka støðu til/kjakast um aftaná. Eitt evni kann viðgerast meira ella minni neyvt.

Dømi:
Lærugrein: Søga
Høvuðsevni: Kríggj/2. heimsbardagi
Undirevni: Føroyar undir 2. heimsbardaga
Evnislýsing: Dømi um hvørja ávirkan kríggj kann hava á gongdina í einum lítlum landi
Evnisgreining: Hvussu ávirkaði 2. heimsbardagi til dømis viðurskiftini millum Føroyar og Danmark?

Evnisgreiningin er tann spurningurin, sum uppgávan snýr seg um, og sum tú ella tit hava sett tykkum fyri at svara. Og til tess at svara spurninginum mugu tit fáa til vega tilfar: lesa bøkur og greinir í bløðum og tíðarritum, savna hagtøl, kanna, spyrja fólk, taka myndir o.s.fr.

At skriva uppgávu
Vit fáa tíverri ikki hjálpt tykkum við at skriva uppgávuna, tað noyðast tit at gera sjálv. Men eitt gott fyrireikingararbeiði (ein greið evnisgreining, ein góð skipan av uppgávuni (dispositión) og nóg mikið av tilfari) ger tað ofta munandi lættari at skriva eina uppgávu.

Og so eini góð ráð:
Tað ber ikki til at hava alt í høvdinum. Bíðið tí ikki við at skriva, men byrjið at skriva beinanvegin. Tað ber altíð til at broyta ella strika okkurt, seta saman ella flyta tekst, tá ið uppgávan einaferð skal gerast endaliga liðug.

Hugskot ...
Í Danmark hava tey savnað uppgávur í Studienet.dk. Her skuldi borið til at fingið okkurt hugskot!
Sí eisini: Faktalink ella Student Resource Center

Arbeiðsgongd
Arbeiðsgongdin verður tí­ henda:
1. Evnisgreining
2. Savna tilfar
3. Skriva uppgávuna

Vit hava longu umrøtt evnisgreiningina omanfyri.

At savna tilfar
At lesa bøkur og greinir er bara ein háttur at fáa kunna seg um eitt evni. Tað ber eisini til at lýsa eitt evni við ymsum kanningarhættum.

Nevnast kunnu:
• samrøður
• eygleiðing
• at savna og greina hagtøl
• gera royndir (t.d. í alisfrøði)

Hvør tosar?
Tað hevur altíð týdning at meta um, hvussu álítandi og viðkomandi tilfarið, sum tit hava funnið, er.

Spyrjið til dømis:
Hava vit funnið tey nýggjastu tølini, er hetta tann rætta ella tann besta bókin um evnið, hvør er hasin, sum skrivar á Internetinum, hevur hann skil fyri tí, sum hann skrivar um?
Eru upplýsingarnar, sum vit hava funnið, litaðar politiskt, hugsjónarliga, átrúnaðarliga ella á annan hátt?

Niðurstøður
Tað er altíð áhugavert í endanum á uppgávuni í stuttum at siga frá, hvat tit hava funnið útav.
Í hesi uppgávu hava vit víst, at ...
Ein greið niðurstøða ger tað stuttligt at lesa uppgávuna, og tað ber til at vera samd/ur ella ósamd/ur við niðurstøðuna, og hetta kann føra til mennandi kjak.

Keldulisti
Skrivið eisini ein lista við keldum við uppgávuni. Listin kann vera eitt yvirlit yvir tær bøkur og greinir, sum tit hava lisið. Harvið kann lærarin eisini meta, um tit hava dugað nóg væl at leita eftir tilfari.

Tá ið tit gera keldulista, so eiga tit í minsta lagi at upplýsa rithøvund, tittul á bókini/greinini, útgávustað og útgávuár.

Dømi:
Kári Jespersen og Jens Pauli A. Nolsøe:
Søgufrøði. Kelduviðgerð og háttaløg.
Tórshavn, Føroya skúlabókagrunnur, 2000.

Ella:
Samrøða við N.N. í (stað) tann 24.12.2012. 18 min

 
Spyr bókavørðin