logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Ert tú lærari ella næmingur?

Landsbókasavnið og skúlaverkið
Sum høvuðsbókasavn fyri alt landið veitir Landsbókasavnið eisini bókasavnstænastur til næmingar og lærarar í miðnámsskúlum og í framhaldsdeild fólkaskúlans.

Tað ber til at leita eftir tilfari, sum Landsbókasavnið eigur, í Hava tit brúk fyri tilfari, kunnu tit koma á Landsbókasavnið. Fyrispurningar kunnu altíð sendast til [email protected] ella við at ringja til 340525.

Minnist til at koma í góðari tíð eftir tilfari, tá ið tit t.d. skulu undir at skriva eina uppgávu.

Spyr bókavørðin
Alt døgnið ber til at senda inn fyrispurningar til ein bókavørð á Landsbókasavninum. Fyrispurningarnir kunnu eitt nú snúgva seg um bókmentir (bøkur, greinir o.tíl.), almennar upplýsingar um mangt og hvat, ella um vegleiðing í at nýta okkara tænastur, t.d. leiting í bókasavnsgrunnum ella á netinum. Fyrispurningarnir verða svaraðir skjótast til ber. Uppgávuhjálp
Til skúlanæmingar í framhaldsdeild fólkaskúlans og í miðnámsskúlunum, ið eru komnir í ta støðu, at teir (kanska á fyrsta sinni) skulu skriva eina uppgávu, hava vit heimasíðuna "Hjálp! Eg skal skriva uppgávu!". Har ber til at lesa, hvussu ein fer í holt við fyrireikingarnar til uppgávuna, og har eru eisini savnað nøkur leinki á alnetinum, har tað skuldi borið til at funnið tilfar ella fingið góð hugskot ella íblástur.

Endamálið við síðuni er serliga at eggja næmingum at brúka bókasøvnini, ikki minst tá ið teir skriva uppgávur. Bókasøvnini eru jú á tremur við tilfari um alt, ið hugsast kann.
Elektroniskar bókasavnstænstur - EBI
Elektroniskar bókasavnstænstur eru tíðarrit, greinir, bøkur, handbøkur o.tíl., sum eru at finna á netinum. Í Føroyum hava nøkur bókasøvn og nakrir skúlar tikið seg saman um at halda nøkur av teimum frægastu verkunum, sum verða boðin út á netinum. Tey flestu av hesum verkum kosta, og er atgeingið tí avmarkað til tey bókasøvn og skúlar, sum eru við í samstarvinum. Onnur verk kunnu øll brúka ókeypis. Bókasavnskunning
Landsbókasavnið skipar javnan fyri bókasavnskunning. Er talan um skúlaflokkar, ber til at bíleggja tíð til kunning á 340525.

Tað ber eisini til hjá bókasøvnum, skúlum og stovnum at heita á fólk frá Landsbókasavninum at koma at undirvísa teirra lánarum/brúkarum í leiting við bókasavnsskipanini Aleph.
EBI ikon

E-tilfeingi ikon

Tíðarrit.fo ikon

Uppgávuhjálp ikon