logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Ert tú granskari?

Landsbókasavnið og gransking
Sambært lógini um bókasøvn í Føroyum hevur Landsbókasavnið sum høvuðsbókasavn skyldu at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum, og í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya og aðrar vísindaligar stovnar at veita vísindabókasavnstænastu.

Tí veitir Landsbókasavnið tænastur til granskarar innan øll vísindi, eitt nú við at tryggja teimum atgongd til vísindalig tíðarrit og vísindaligar dátugrunnar og vegna granskarar í Føroyum at bíleggja vísindabókmentir, sum Landsbókasavnið ikki sjálvt eigur.

Landsbókasavnið umsitur tænastuna E-feingi, ið er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísindaligar stovnar um atgongd til vísindaligar leitigrunnar, tíðarrit og fakligar e-bøkur á netinum. Hesar tænastur eru ókeypis at brúka á stovnunum og á Landsbókasavninum.

Eisini veitir Landsbókasavnið gjøgnum EBI-samstarvið atgongd til aðrar kunningartænastur á netinum, eitt nú alfrøðir, orðabøkur og aðrar handbøkur. Føroyskt vísindaligt tilfar
Í høvuðsgrunni Landsbókasavnsins finnur tú tað mesta av vísindaliga tilfarinum, sum savnið sjálvt eigur, eitt nú tilfar í útláninum, vísindadeildini, Føroyadeildini, handritadeild og tíðarritsdeildini.

Nógv av tí eldra tilfarinum á vísindadeildini er enn bert skrásett á kortum.
Tí kann tað loysa seg at spyrja eftir tilfari, sum ikki er at finna í høvuðsgrunninum, antin við at ringja á tel. 340525, senda teldupost til [email protected], støkka inn á gólv hjá okkum, ella senda ein fyrispurning við tænastuni "Spyr bókavørðin".

Tilfar í útláninum og vísindadeildini verður lænt út eftir vanligum treytum, meðan tilfar úr Føroyadeildini , handrita- og tíðarritsdeildini bara kann brúkast á lesistovuni á Landsbókasavninum.

Seinnu árini hava alsamt fleiri vísindaligir stovnar í Føroyum skrásett søvn síni í bókasavnsgrunnum, eitt nú Fróðskaparsetrið, Granskingardepilin fyri økismenning og Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Í yvirlitinum Føroysk bókasøvn sæst, hvørjir hesir stovnar eru, og hvørjar treytir teir seta í sambandi við útlán.
Seinnu árini hevur Landsbókasavnið verið uppi í stóru útnorðurlendsku verkætlanini, VESTNORD, um talgilding av gomlum bløðum og tíðarritum. Á heimasíðuni hjá verkætlanini hava allir brúkarar ókeypis atgongd til hesi bløð og tíðarrit í talgildari útgávu.

Fjarlán
Landsbókasavnið samstarvar við bókasøvn í øðrum londum um fjarlán. Hetta ger, at granskarar og vísindafólk altíð kunnu bíleggja vísindaligt tilfar uttanífrá gjøgnum Landsbókasavnið, tað veri seg bøkur, tíðarrit ella tíðarritsgreinir, og í flestu førum er tað ókeypis fyri lánaran. Á sama hátt kunnu lánarar uttanlands læna tilfar frá Landsbókasavninum gjøgnum útlendsk bókasøvn.

Bókmentir, sum eru skrásettar í høvuðsgrunni Landsbókasavnsins, og sum eru til láns, kunnu bíleggjast í leitigrunninum á netinum.

Bókasavnskunning
Landsbókasvnið skipar javnan fyri kunning um leiting eftir vísindaligum tilfari t.d. í teimum grunnum, sum eru í E-feingi. Er talan um bólkar, ber til at bíleggja kunning við at ringja 340525.

Annars verður lýst við bókasavns- og leitiskeiðum so hvørt.
EBI ikon

E-tilfeingi ikon

Tíðarrit.fo ikon