logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
 
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
  aa
Handrit aaaaaaaaa
 
    Talgilding

Føroyska Netsavnið

  Avhending av skyldueintøkum
 
  Tjóðbókaskrá
 
  ISBN skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
 
 
 
 
Føroyska netsavnið

Landsbókasavnið innheintar við jøvnum millumbilum alt fo-navnaøkið. Men okkara heimsnetsleitari leitar bert á fo-navnaøkinum, og tí hava vit brúk fyri tínari hjálp at finna heimasíður á føroyskum, um Føroyar ella sum føroyingar hava stovnað.

Tú kanst hjálpa okkum við at varðveita henda týdningarmikla part av okkara mentanararvi. Heimasíður, ið ikki liggja á fo-navnaøkinum, eru nógvar, og vit dagføra javnan okkara yvirlit yvir hesar. Men vit vita ikki um allar. Tí ert tú vælkomin at fara inn á leinki niðanfyri og senda okkum eina fráboðan, um tú veitst um eina ella fleiri føroyskar heimasíður, ið ikki enda við .fo.

Føroyska Netsavnið

Heimasíðurnar verða goymdar í dátasavninum "Føroyska Netsavnið". Vit savna bert almennar síður frá internetinum. Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar. 

Tað eru einans granskarar ið kunnu fáa atgongd til Netsavnið. Kravið er at hetta er í samband við granskingarverkætlan, ið ikki miðar ímóti at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar. 
 

§      Atgeingið til ”Føroyska Netsavnið” verður lati meðan granskingarverkætlanin er í gongd.

 

§      Um so er, at tað hóast alt vísir seg at vera neyðugt at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar, skal hetta kunnast Landsbókasavninum. Harumframt skal umsøkjarin venda sær til Dátueftirlitið, at fáa neyðugt loyvi til tess.

 

 

§      Teir persónsupplýsingar, ið umsøkjarin fær atgeingi til, eiga bert at brúkast til áðurnevnda endamál.

 

§      Persónsupplýsingar mugu ikki seinni brúkast til onnur endamál.

 

§      Tað er einans loyvt at geva víðari persónsupplýsingar, um loyvi er fingið frá Dátueftirlitinum.

 

§      Eftir lokna gransking, skulu persónsupplýsingarnar burturbeinast.

 

§      Umsøkjarin verður eyðmerktur sum dátuábyrgdari fyri tilfar við persónsupplýsingum, ið verður latið víðari.

 

§      Er ivi um, at umsøkjarin heldur ásettu treytirnar, verður atgeingi til Netsavnið latið aftur fyribils.

 

§      Verða treytirnar ikki hildnar, verður atgeingið til Netsavnið latið aftur fyri umsøkjaranum. Loyvið verður ikki givið aftur. 

 

 

§      Umsøkjarin játtar skrivliga, at viðkomandi heldur ásettu treytir.

 
Umsókn um atgeingi til Føroyska Netsavnið

 

           
SAMBAND
Sólvør K. Henriksen
bókavørður
340 515
[email protected]

Erling Kjærbo
bókavørður
340 538

[email protected]