logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
 
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
  aa
Handrit aaaaaaaaa
 
    Talgilding

Føroyska Netsavnið

  Avhending av skyldueintøkum
 
  Tjóðbókaskrá
 
  ISBN skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
 
 
 
 
Handrit

Í bókasavnslógini er áseting um, at Landsbókasavnið m.a. eisini skal hava eina handritadeild við handritum o.ø. eftir føroyskar høvundar og handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu.

Handrit eru skjøl og bókmentaligt tilfar, sum vanliga ikki er útgivið, men sum tó kann vera virðismikið keldutilfar.

Handrit, sum verða latin Landsbókasavninum, verða skrásett og goymd á fullgóðan hátt, so at tey verða varðveitt fyri eftirtíðina.

Tað ber til hjá vanligum lánarum, rithøvundum ella granskarum at læna handrit úr handritasavninum at lesa á staðnum. Handrit kunnu tó ikki lænast heim við.

Um tað verður hildið ráðiligt kann handrit verða avritað, men hetta verður bara gjørt av starvfólki á Landsbókasavninum.

Tað er ikki loyvt at avmynda og endurgeva handrit í t.d. bókum ella greinum, uttan at loyvi frammanundan er fingið frá Landsbókasavninum.

Serlig atlit skulu takast, um brúkarar í trúnaði fáa innlit í persónlig viðurskifti, sum eru umrødd í skjølum ella handritum, og sum ikki mugu almannakunngerast.

Latið okkum handrit
Á Landsbókasavninum taka vit fegin ímóti handritum og skjølum, sum koma undir økini, ið eru umrødd í bókasavnlógini.

Tey sum lata Landsbókasavninum handrit kunnu sjálvi gera av, hvussu verður við atgeingi til skjølini.

Vanliga mæla vit til, at ongar avmarkingar eru fyri, hvør kann síggja skjøl og handrit.
Í serligum førum kann vera ásett, at skjøl bara mugu síggjast, um latarin hevur givið loyvi til tess.

Ein háttur at tryggja, at skjølini og handritini ikki farast ella misfarast, er at lata Landsbókasavninum tey. Tá verða tey goymd trygt og á fullgóðan hátt.
 
SAMBAND
Vígdis Bjarnadóttir
bókavørður
340 528
[email protected]