logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
E-savn

Landsbókasavnið ger eitt støðugt arbeiði til tess at veita føroyskum granskarum munagóða atgongd til vísindaligt tilfar. Eitt nú umsitur Landsbókasavnið tænastuna E-feingi, ið er eitt samstarv millum Landsbókasavnið og aðrar vísindaligar stovnar um atgongd til elektróniskar vísindatænastur á alnetinum. Hesar tænastur eru ókeypis at brúka á stovnunum og á Føroya landsbókasavni.

Eisini veitir Landsbókasavnið gjøgnum EBI-samstarvið skúlum og bókasøvnum í Føroyum atgongd til aðrar elektróniskar tænastur á alnetinum, eitt nú alfrøðir, orðabøkur og aðrar handbøkur. 

Við at klikkja á tíðarrit.fo ber eisini til at lesa nøkur útvald føroysk tíðarrit á netinum. Henda tænastan er ókeypis. Arbeitt verður støðugt við at leggja fleiri føroysk bløð út á hesa slóðina.
 

EBI ikon

E-tilfeingi ikon

Tíðarrit.fo ikon

Ljóðbøkur ikon

Uppgávuhjálp ikon