logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fjarlán

Landsbókasavnið samstarvar við bæði føroysk og útlendsk bókasøvn um fjarlán. Í hesum sambandi hevur Landsbókasavnið gjørt vegleiðindi fjarlániviðtøkur fyri føroysk bókasøvn, herundir Føroya landsbókasavn. Øll bókasøvn, stovnar og virkir í Føroyum kunnu vegna sínar egnu lánarar/brúkarar læna tilfar frá útlendskum bókasøvnum gjøgnum Føroya landsbókasavn.

Fjarlániviðtøkur

  1. Fjarlán er útlán og avritanarvirksemi millum bókasøvn.
  2. Endamálið við fjarlánisamstarvinum er at veita øllum bókasøvnum atgongd fyri lánarar tess til tilfar, ið tey ikki sjálv eiga.
  3. Fjarlán kann sendast øllum bókasøvnum, stovnum og virkjum.
  4. Bílegging fer fram við telduposti, on-line ella við telefon.
  5. Lánleitandi bókasavnið staðfestir og staðbindur hvørja bílegging eftir førimuni og sendir hana til tað bókasavnið, ið sær út til at eiga tilfarið.
  6. Lánveitandi bókasavnið avger avgreiðsluhátt, lánitíðarskeið og aðrar lánitreytir. Lánleitandi bókasavnið hevur ábyrgdina av lænta tilfarinum og afturberingini, herundir fíggjarligu ábyrgdina.
  7. Niðanfyri tilskilað tilfar hava bókasøvnini ikki skyldu at læna út, men tey kunnu hvør sær áseta neyvari viðtøkur fyri tað:
    • Dagbløð (føroysk dagbløð fáast til láns á mikrofilmi frá Statsbiblioteket í Århus, Danmark)
    • Tíðarrit (avrit av blað- og tíðarritsgreinum verða latnar)
    • Bókalistar, alfrøðir og aðrar handbøkur, ið eru gerandisamboð hjá bókasavninum
    • Leys bløð, kort og myndir
    • Tilfar í stórari stødd
    • Virðismikið, sjáldsamt, gamalt ella viðbrekið tilfar
    • Handrit og annað tilfar frá sersøvnum
    • AV-tilfar (tónleik, filmir o.tíl.)
  8. Er lánveitandi bókasavnið limur í fjarlánisamstarvsavtalum, so sum NORFRI, og hesar annars ikki eru í stríð við fjarlániviðtøkurnar fyri Føroyar, verða ásetingarnar í hesum avtalum fylgdar.
  9. Eru ivamál, verður víst til ásetingarnar í fjarlániviðtøkunum hjá altjóða bókasavnssamskipanini, IFLA
SAMBAND
Annika Smith
340 511
[email protected]
Upplatingartíðir