logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Soleiðis lænir tú

Soleiðis verður tú lánari

Lánarakort fæst í avgreiðsluni, og tað fyrst er ókeypis.

Lánarakortið
Øll yvir 14 ár kunnu læna ókeypis á Landsbókasavninum,
treytað av:

  • at lánarin hevur lánarakort
     
  • at reglugerðin verður hildin

Tað ber ikki til at læna uttan lánarakort.

Verður lánarakortið burtur, má boðast bókasavninum frá beinanvegin.
Eitt nýtt lánarakort kostar kr. 50.

Broytir lánarin bústað ella teldubústað skal bókasavnið hava boð.

Lánarakort hjá øðrum føroyskum bókasøvnum kunnu eisini nýtast á Landsbókasavninum um tey verða lisin inn í bókasavnsskipanina.

Ábyrgd
Lánarin hevur sjálvur ábyrgdina av tí, hann lænir.

Lánitíðin
Lánitíðin er 30 dagar - í summum førum 14 dagar.

Bíleggingar
Er tilfarið útlænt, ber til at bíleggja tað umvegis www.bokasavn.fo. Fráboðan verður send, tá ið tilfarið er tøkt.

Minst til at hava lánarakortið við, tá ið tú kemur eftir tilfarinum.

Tilfar frá øðrum bókasøvnum
Eigur bókasavnið ikki tilfarið, ið leitað verður eftir, verður í flestu førum roynt at útvega tað frá øðrum bókasøvnum, annaðhvørt í Føroyum ella uttanlands.

Í summum førum, verður gjald kravt fyri greinir.

Fyri bøkur læntar frá øðrum bókasøvnum eru teirra treytir galdandi.

Endurnýggjan
Lánið kann endurnýggjast, um eingin annar hevur biðið um tilfarið. Endurnýggjan av láni kann avgreiðast á heimasíðuni www.bokasovn.fo, ella um telefonina.

G.G. Útlendsk lán kunnu einans endurnýggjast við at seta seg í samband við avgreiðsluna á Landsbókasavninum.

Útlendsk lesandi
Útlendingar, sum í eitt avmarkað tíðarskeið eru fyribils staddir í Føroyum í lestrarørindum, kunnu læna á Føroya landsbókasavni undir hesum treytum:

- lánarin skal upplýsa bústað bæði í heimlandinum og í Føroyum
- lánarin skal upplýsa, hvussu leingi hann verður í Føroyum
- lánarin skal skjalprógva við hvønn stovn, hann er lesandi

Áminning
Verður tilfarið ikki borið aftur rættstundis, verður bót givin soleiðis sum yvirlitið vísir:

0-14 dagar ov seint kr. 20,-
15-28 dagar ov seint kr. 40,-
eftir 29 dagar ov seint kr. 100,-

Endurgjald
Geva áminningarnar ikki úrslit, verður endurgjaldskrav skrivað, og somuleiðis kann endurgjald verða kravt fyri oyðilagt og burturmist tilfar.

Saman við endurgjaldskravinum verður eisini kravt eitt innheintingargjald à kr. 100,-

Serliga virðismiklar bøkur, partar av bókaverkum og annað týdningarmikið tilfar
verður virðismett fyri seg