logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Fyrilestrarsalur

Reglugerð fyri lán av fyrilestrarsalinum á Føroya landsbókasavni
  1. Fyrilestrarsalurin verður læntur stovnum, feløgum og einstaklingum til fundir, framsýningar og/ella fyrilestrar.

     
  2. Lán av fyrilestrarsalinum skal bíleggjast í Avgreiðsluni, og samstundis skal upplýsast um dag, tíð á degi, hvussu nógvum fólkum roknað verður við, og hvør persónur, (navn, bústaður, tlf. og teldupostadressa), ið stendur fyri tiltakinum.

     
  3. Lán av fyrilestrarsalinum er ókeypis, og hann skal bíleggjast so hvørt.

     
  4. Verður fyrilestrarsalurin læntur út, meðan FLB er opið, má tiltakið ikki órógva tey bókasavnsvitjandi.

     
  5. Lykilin verður vanliga útflýggjaður sama dag, sum hølið skal brúkast, tó í serligum førum kann hann flýggjast út áðrenn. Tann, sum fær lykilin kvittar fyri móttøku. Viðkomandi hevur ábyrgdina av, at lykilin ikki verður misbrúktur, og at hann verður latin Avgreiðsluni aftur fyrsta dagin, hon er opin, eftir at hann hevur brúkt hølið.

     
  6. Fyrilestrarsalurin má ikki brúkast til handilslig tiltøk.

     
  7. Atgongd er ikki til køkin.

     
  8. Tann, ið lænir fyrilestrarsalin hevur alla ábyrgd av at farið verður væl um, at hølini eru í sama standi, sum tey vóru í, tá ið lykilin varð útflýggjaður, og at tað verður læst og sløkt, tá ið tiltakið er av.

     
  9. Heitt verður á fólk um ikki at fara inn aftur á bókasavnið, tá ið tey hava læst og sløkt, tí stovnurin hevur eina ávaringarskipan, sum tá kann fara í gongd.
     

Útgerðin í fyrilestrarsalinum er:

70 stólar / 10 borð / videokanón / fartelda við netsambandi / uppvørpa / sjónvarp / talva / lørift