logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

Ofta spurt um skylduavhending
 


Hvat er skylduavhending?

Skylduavhending er skyldan av avhenda 
4 eintøk av hvørjum verki (bók, tíðarrit, avís, cd. video, filmi, o.s.fr.), sum verður útgivið í Føroyum, til Landsbókasavnið. Hon er eisini ein skylda at geva atgongd til almannagjørt tilfar á økisnøvnum á internetinum, sum eru latin Føroyum ella venda sær til almenningin í Føroyum, soleiðis at Landsbókasavnið kann innsavna tilfarið.


Hvat er endamálið við skylduavhending?

Endamálið við skylduavhending er at varðveita føroyska mentanararvin. 


Hvar kann tað, sum er skylduavhendað, verða nýtt?

Tað avhendaða er tøkt á Landsbókasavninum eftir ásetingunum í  lógini um upphavsrætt.

Skal ein útgáva avhendast, um hon eisini er útgivin í einum øðrum miðli?

Ja - tær verða mettar sum tvey ymisk verk, sjálvt um innihaldið er hitt sama. Dømi kunnu vera ein netútgáva og ein prentað bók, sum eru útgivin saman, ein prentað bók, útgivin á cd-rom v.m. Útgávur í punktskrift koma eisini undir avhendingarskylduna, tó ikki tílík verk, har talan er um gerð av punktskrift beinleiðis eftir einum øðrum miðli.


Skal ein útgáva avhendast, um hon eisini er útgivin í eini aðrari útgávu?

Nýggjar útgávur av útgivnum verkum skulu avhendast, herundir eisini bókaklubbaútgávur og paperbacks. Nýggj óbroytt endurprent skulu ikki avhendast. Sama verk, útgivið í ymiskum miðlum, skulu, við einstøkum undantøkum, avhendast í øllum sínum útgávuformum. 


Hvat skulu forlag og aðrir útgevarar gera?

Útgevarar skulu gera framleiðaran varugan við avhendingarskylduna, tá tilfarið verður bílagt, harundir um talan er um eina partsframleiðslu ella um tað endaligu framleiðsluna. Um tað ikki er gjørligt at gera av, hvør af fleiri framleiðarum, sum hevur avhendingarskylduna, ella um eitt verk ikki verður avhendað av framleiðaranum, skal útgevarin avhenda. Útgevarar við egnari prentsmiðju hava avhendingarskyldu. Um útgevarin býr í Føroyum og fær tilfarið framleitt uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu.


Eg havi skrivað eina bók. Hvussu avhendi eg?

Um forlagið hevur latið bókina prenta hjá eini prentsmiðju í Føroyum, avhendar prentsmiðjan automatiskt. Hevur forlagið latið bókina prenta uttanlands, skal forlagið sjálvt avhenda. Hevur tú sjálvur prentað / kopiera bókina, skal tú sjálvur avhenda.


Eg havi útgivið endurminningar mínar, men einans til næstringar. Havi eg avhendingarskyldu til Landsbókasavnið?

Nei, útgávur, sum eru ætlaðar nøkrum fáum, koma ikki undir avhendingarskylduna. Landsbókasavnið tekur tó fegið ímóti, um avhendað verður. 


Bókin hjá mær kom út í síðstu viku. Hví síggi eg hana ikki í telduskrá tykkara? 

Prentsmiðjan hjá forlagnum avhendar hálva hvørt ár, í januar og juli. Tí kemur bókin, sum tú lat prenta og gav út í mars, ikki við í skráseting okkara fyrr enn umleiði oktober.


Skulu innanhýsis útgávur skylduavhendast?

Um innanhýsis útgávur eru skjøl, sum verða framleidd sum liður í málsviðgerðini hjá virkinum ella stovninum, skulu tær ikki avhendast. Harafturímóti skulu ársfrágreiðingar og roknskapir, starvsfólkabløð, limabløð, skúlabløð, nýggjheitsbrøv og líknandi altíð avhendast, hetta tí tey vanliga verða spjadd uttan fyri virkið ella til ein størri skara (t.d. allar medarbeiðarar ella allar limir). Á sama hátt skulu hondbøkur, virkisætlanir, virksemisætlanir v.m. avhendast, um teir verða spjaddir til ein størri skara og ikki einans eru liður í innanhýsis málsviðgerð. Verk, sum eru útgivin á intranetum, koma ikki undir avhendingarskylduna, tí tey kunnu ikki sigast at vera spjadd til almenningin.


Hvat við føroyskum tilfari, sum verður framleitt uttanlands?

Um útgevarin býr í Føroyum og fær tilfarið framleitt uttanlands, hevur útgevarin avhendingarskyldu. Um útgevarin ikki býr í Føroyum, hevur innflytarin avhendingarskyldu.


Hvussu við tí, sum verður framleitt í Føroyum, til ein útlendskan útgevara?

Avhendingarskylda er, um tilfarið hevur tilknýti til Føroyar, tvs. um tað ein umseting av einum føroyskum høvundi, um tað snýr seg um føroysk viðurskifti, um tað er á føroyskum ella t.d. ein føroyskur fotografur ella føroyskt myndlistafólk hevur gjørt myndirnar. Um einki tilknýti er til Føroyar, kemur tilfarið ikki undir avhendingarskylduna.


Hvørji oyðubløð skulu útfyllast?

Tað er nóg mikið við einum avsendara ella stempli og viðmerking um, hvat tíðarskeið avhendingin snýr seg um (t.d. 1. hálvár 2013).


Kann eg fáa tykkum at gjalda fyri porto?

Vit senda fegin ein returpakkaseðil, soleiðis at portoútreiðslan verður goldin av okkum.


Hvat ger Landsbókasavnið við tilfarið?

Eftir Kunngerð frá 2012 um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins, skal Landsbókasavnið varðveita í minsta lagi eitt av sínum eintøkum á tryggum staði. Landsbókasavnið ger sjálvt av, hvussu hini eintøkini verða nýtt.

Sum er verður eitt av teimum 4 eintøkunum, sum koma undir avhendingarskyldu sambært bókasavnslógini, goymt á Føroyadeildini, eitt verður goymt í trygdargoymslu á øðrum staði í Havn, og hini eintøkini kunnu verða lænt út.

Annað tilfar, sum Landsbókasavnið fær inn sum skyldueintøk, t.d. tónleikaútgávur, filmar, smáprent o.tl., verður goymt í Føroyadeild og kann sum er ikki lænast út, men kann vanliga síggjast á staðnum, um ásetingar í lógini um upphavsrætt ikki forða tí.

Alt talgilt tilfar, sum verður savnað inn sambært bókasavnslógini og omanfyri nevndu kunngerð, verður skrásett og goymt á servara. Hetta tilfarið kann, um ásetingar í lógini um upphavsrætt ikki forða tí, verða lænt út umvegis bókasavnsskipanina hjá Landsbókasavninum ella síggjast á staðnum.
 

Hava øll prent og allar útgávur týdning?

Landsbókasavnið setur ikki krøv um dygd til tilfarið. Eingin veit, hvørjar útgávur um nøkur ár fara at verða mett sum áhugaverdar, sjáldsamar ella virðismiklar.


Skulu serritgerðir og høvuðsuppgávur avhendast?

Nei - serritgerðir og høvuðsuppgávur eru vanliga ikki útgivnar ella spjaddar til almenningin. Um ein serritgerð verður útgivin á einum forlagi, kemur hon undir avhendingarskylduna.  


Skulu Ph.D. ritgerðir og aðrar doktararitgerðir avhendast?

Ja, um tær eru útgivnar, skulu tær avhendast. 


Hvat skal ein gera, um ein ikki hevur framleitt nakað?

Um ein hevur eitt framleiðsluvirki, men í avhendingartíðarskeiðinum ikki hevur framleitt nakað, sum kemur undir avhendingarskyldu, skal ein geva Landsbókasavninum boð um hetta. Um virksemið hjá virkinum er steðgað, skal ein somuleiðis geva Landsbókasavninum boð. Hetta verður gjørt við at senda eina skrivliga fráboðan.


Skulu ársfrágreiðingar avhendast?

Ja. 


Hvat skulu kommunur avhenda?

Nógvar kommunur framleiða sjálvar útgávur. Tær, sum verða útgivnar, tað vil siga at eintøk verða spjadd til almenningin, skulu avhendast. Tað kann t.d. vera
økisætlanir, vegleiðingar, starvsfólkabløð, frágreiðingar, roknskapir og líknandi. Í tann mun kommunur sjálvar framleiða útgávur til almenningin, koma tær undir avhendingarskylduna. Útgávur, sum kommunur lata framleiða av eksternum prentsmiðjum ella øðrum eksternum framleiðarum, skulu avhendast av framleiðaranum. Útgávur, sum ikki verða útgivnar, og innanhýsis skjøl, so sum fundarfrágreiðingar, arbeiðsskjøl og líknandi, ætlað til málsviðgerð v.m., koma ikki undir avhendingarskyldu. 


Skulu serprent av føroyskum útgávum avhendast?

Serprent skulu ikki avhendast. Sernummur til tíðarrit skulu avhendast.


Hví skulu skyldueintøk goymast á ymiskum adressum?
Ásetingin um at goyma skyldueintøk í tveimum støðum í landinum er grundað í samsvarandi lóggávu í Danmark, har ásett er, at tvey eintøk av hvørjari útgávu skulu skylduavhendast, og at annað eintakið skal goymast á Kongliga Bókasavninum í Keypmannahavn og hitt á Statsbiblioteket í Århus. Orsøkin til hetta er, at tá ið Christiansborg brendi í 1884, var líka við, at eldur eisini kom í Kongliga Bókasavnið. Politikarar avgjørdu tá, at skylduavhendað tilfar átti at verða goymt í tveimum ymiskum støðum í landinum. 


Skulu edv-forrit avhendast?

Edv-forrit koma ikki undir avhendingarskyldu, uttan so at eitt eintak av einum edv-forriti er liður í einum verki av øðrum slagi og verður útgivið saman við hesum. Til dømis koma tekstviðgerðarforrit, rokniark og operativskipanir ikki undir avhendingarskyldu, ímeðan edv-forrit, sum innganga í ella verða útgivin saman við talgildum bókum ella uppslagsverkum, multimediaverkum, telduspølum og øðrum interaktivum verkum, koma undir avhendingarskyldu.
  

Hvat merkja hugtøkini

Framleiðari:
Framleiðari er tann, ið stendur fyri tí tøkniligu liðugtgerðini av eini útgávu. Avhendingarskyldan liggur hjá framleiðaranum. Um ivi er um, hvør framleiðarin er, skal útgevarin syrgja fyri, at skylduavhendingin fer fram - annaðhvørt við sjálvur at avhenda ella við at ansa eftir, at teirra tøkniligi veitari ger tað.

Innflytari:
Ein persónur, stovnur ella virki, sum innflytir eina útgávu, sum er framleidd uttanlands og er ætlað tí føroyska marknaðinum. Um útgevarin ikki er búsitandi í Føroyum, hevur innflytarin avhendingarskylduna.

Almenningurin:
Almenningurin merkir í hesum føri tað øvuta av einum privatum skara. Ein privatur skari er her skilmarkaður sum familjan og beinleiðis vinir og kenningar.

Upphavsmaður:
Høvundur: Persónur ella stovnur, sum hevur høvuðsábyrgd fyri andliga innihaldinum í verkinum. Tað kann vera høvundurin av tí, ið er skrivað, ella tað kann t.d. vera fotografur ella myndprýðari av einum verki, tað kann vera ein tónasmiður, instruktørur av filmi ella video, kortteknari v.m.

Privatur skari:
Ein privatur skari er her skilmarkaður sum familjan ella beinleiðis vinir og kenningar.

Spjadd til almenningin:
Ein útgáva verður mett at verða spjadd til almenningin tá almenningurin hevur møguleika at keypa, bíleggja ella sjálvur taka niður eintøk av einum eintaki av einum verki, uttan mum tilm um hetta er móti gjaldi ella ókeypis.

Útgáva:
Eitt verk er útgivið, tá eintøk av verkinum við samtykki upphavsmansins er sent í handlarnar ella á annan hátt er spjatt til almenningin. Eitt verk verður eisini mett at vera útgivið, tá tað við upphavsmansins samtykki verður send fráboðan til almenningin um, at eintøk av verkinum verða framleidd og spjadd eftir bílegging, ella at verkið er atkomuligt í eini telduskrá, haðani brúkarin kann taka niður eitt eintak. Eisini verður tað mett sum ein útgáva, tá eintøk verða spjadd til almenningin. Útgáva í Føroyum umfatar tey føri, har eintøkini eru framleidd í Føroyum, og føri, har eintøk eru framleidd uttanlands við fyri at verða spjadd í Føroyum.

Útgevari:
Stovnurin ella persónurin, sum hevur ábyrgd av, at verkið verður útgivið, t.d. eitt forlag, ein stovnur, ein kommuna, eitt virki ella eitt felag.
Samband:
Sofía Olsen
340 524
sofiao
@savn.fo
Les meira um
Landsbókasavnið