logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Bókasavnsgjald

Bókasavnsgjald er ein samsýning, sum landið letur føroyskum høvundum fyri at hava bøkur teirra tøkar á føroysku bókasøvnunum.

Við høvund meinast rithøvundur, tónaskald, týðari, myndlistafólk ella fotografur, sum býr í Føroyum ella uttanlands, og sum ávikavist skrivar, týðir ella prýðir føroyskar bøkur.

Bókasavnsgjaldið verður at býta til føroyskar rithøvundar og týðarar, hvørs bøkur/týðingar eru til taks í bókasøvnunum, og til myndlistafólk, tá myndir eru í minsta lagi 40% av bókini.

Í Reglugerð fyri býtið av bókasavnsgjaldinum frá 15. juli 2003 er ásett, hvussu játtanin til endamálið skal býtast.

Høvuðsreglan er
  • at bókasavnsgjald verður útroknað eftir, hvussu nógvar bøkur ein høvundur hevði til útláns á bókasøvnunum tann 31. desember árið fyri, tó bert um høvundurin hevði fleiri enn 50 bøkur har.
  • at bókin hevur minst 17 síður.
  • at ljóðbøkur og annað tilfar sum t.d. filmar og fløgur, ið er til útláns, verður roknað sum vanligar bøkur.
  • at myndlistafólk hava rætt til gjald, tá myndirnar eru í minsta lagi 40 % av bókini.
  • at um tað eru 2 ella 3 høvundar at sama verki, verður gjaldið býtt javnt teirra millum.
  • at um tað eru fleiri enn 3 høvundar at sama verki, verður einki gjald latið.
  • at ritstjórar kunnu verða roknaðir sum høvundar, tá ið týðandi sjálvstøðugt arbeiði er lagt í verkið.
  • at 1/3 av játtaðu upphæddini verður latin fyri týðingar.
  • at týðarin fær hálvt gjald.
  • at týðarin fær triðings gjald, tá talan er um týddar myndabøkur.
  • at eftirlivandi hjúnafelagi varðveitir rættin til bókasavnsgjald.

Hvussu meldi eg meg til at fáa bókasavnsgjald?

Tú skalt ikki melda teg til at fáa bókasavnsgjald. Er bókin skrásett í Tjóðbókaskránni, fært tú automatisk bókasavnsgjald, um so er, at tú annars uppfyllir treytirnar sambært reglugerðini um býtið av bókasavnsgjaldinum.


Hvussu verður talt upp, hvussu nógvar bøkur ein høvundur hevur á bókasøvnunum?

Talt verður upp í miðsavnaðu bókasavnsskipanini Aleph, har tey flestu føroysku bókasøvnini skráseta bøkur sínar. Býarbókasavnið er ikki við í Aleph og telur tí sjálvt upp fyri sítt viðkomandi og sendir Landsbókasavninum upplýsingarnar. Landsbókasavnið stendur fyri uppteljingini, ger metingar um, hvørjar bøkur lúka treytirnar og skipar fyri útgjaldinum.
SAMBAND:
Hallgerð Færø
340 523
[email protected]