logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
Landsbókasavnið
 
aa Avgreiðslan
 
  Útlánið
 
  Bókasavnskunning
 
  Føroyadeild
 
  Avhending av skyldueintøkum
 
  Tjóðbókaskrá
  aa
Skráseting til tjóðbókaskránna
 
    Bókalistar
  ISBN-skrivstova
 
  Ert tú ...
 
  Bókastovan
 
  Um Landsbókasavnið
 
  English

Landsskjalasavnið
Fornminnissavnið
Náttúrugripasavnið
 
 
 
 
 
Skráseting til tjóðbókaskránna

Sambært løgtingslógini um bókasøvn frá 2001 við seinni er eitt av endamálunum hjá Landsbókasavninum at skipa fyri skráseting av føroysku tjóðbókaskránni.

Í tjóðbókaskránni verður eftir nærri ásetingum skrásett tað, sum kemur út í Føroyum, t.d. bøkur, tíðarrit, bløð, ljóðbøkur , e-bøkur, tónleikaútgáur, filmar og talgildar útgávur.

Frá 2013 varð byrjað við skráseting av talgildum útgávur, eitt nú e-bøkur og aðrar talgildar teldutøkar útgávur á netinum.

Ásetingar og úrvalið til skrásetingar í Tjóðbókaskránni eru grundaðar á fastlagdar fyritreytir hjá Bibliokrafisk Råd undir danska Kulturstyrelsen, sí síður um "upptøkutreytir fyri bøkur og tíðarrit" og "tjóðbókaskrá, endamál og funktión".
 
Ásetingarnar um avhending av skyldueintøkum skal tryggja støðið undir tjóðbókaskránni.

Eyðkennið fyri tjóðbókaskránna er, at hon er objektiv og fullkomin í skrásetingini, uttan at atlit verður tikið til innihaldsliga dygd, evni ella snið á tí, sum verður skrásett.

Tað er ókeypis at fáa eina útgávu skrásetta í Tjóðbókaskránna.

Øll skráseting verður gjørd í danMARC 2 sniði.

Í Tjóðbókaskránni eru ymsar skráir við tilfari, útkomið í Føroyum. Hesar skráir eru eitt nú bókalistin, tíðarritaskráin, tónleikaskráin o.s.v.

Hesar skráir hava til endamál at tryggja bibliografiskt eftirlit við tilfarinum, sum kemur út í Føroyum ella sum hevur samband ella tilknýti til Føroyar.

Skráirnar verða skrásettar í grunninum hjá Landsbókasavninum, við hvør sínum frámerki:

• FBL Føroyskur bókalisti (bøkur, e-bøkur, taldildar útgávur)
• FTS Føroysk tíðarritaskrá (tíðarrit)
• FGS Føroysk greinaskrá (greinir)
• FSS Føroysk sjónmiðlaskrá (filmar)
• FTL Føroysk tónleikaskrá (tónleikur)
• FKS Føroysk kortskrá (kort)
• FNS Føroyskir nótar (nótar)
• FLS Føroysk ljóðskrá (ljóðbøkur)

Í bókalistanum verða skrásett tilfar útkomið í Føroyum, prentað og/ella talgilt. Eisini tilfar, sum ikki eru til taks hjá bókahandlum, verður skrásett. Tó eru undantøk, eitt nú verða lýsingar og faldarar undir 17 síður ikki skrásett í bókalistanum.

Føroyski bókalistin, eins og grønlendski bókalistin var partur av donsku tjóðbókaskránni.

Fyrstu sjálvstøðugu skrástingarnar eru frá 1940 og halda áfram sum ein sjálvstøðugur partur fram til 1998. Síðan 1999 er einans atgongd til TBS gjøgnum bókasavnsgrunnin.

Eitt yvirlit yvir CCL-leitikotur í Aleph sæst her.

Tann prentaði bókalistin frá 1940 til 1998 er talgildur og sæst her
 
SAMBAND
Laura Vinther
bókavørður
340 516
[email protected] 

 
Upplatingartíðir
Snarvegir
Upptøkutreytir fyri bøkur og tíðarrit

Tjóðbókaskrá, endamál og funktión

Yvirlit yvir CCL-leitikotur í Aleph

Bókalistin 1940-1998