logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

Kvæða- og vísuskrá - inngangur

Eftir Jeffrei Henriksen, førd til dags 1998.

Her er roynt at gera yvirlit yvir meginpartin av tí, ið komið er á prent, sum kvøðið hevur verið i Føroyum. Skipað er eftir heiti ella byrjanarreglu, stundum báðum, og tilskilað er nr. í Føroya kvæðum (CCF) og í Danmarks gamle Folkeviser (DGF). Umframt er víst til The Types of the Scandinavian Medieval Ballad (TSB), har í stuttum verður greitt frá um evnið í hvørjum kvæðinum ella hvørji vísuni, og borið verður saman við, í hvørjum norðurlendskum vísum sama evni verður viðgjørt.
Í TSB verður nýtt henda skipan:

Í TSB verður nýtt henda skipan: 

A Náttúrukvæði
B Halgikvæði
C Sannsøgulig kvæði
D Riddarakvæði
E Kappakvæði - trøllakvæði, risakvæði
F Skemtikvæði

Har ið nótar finnast prentaðir, eru fyrstu orðini í niðurlagnum tikin við í yvirlitið.

(n) Niðurløg eru merkt við (n) aftaní.
(_t) Har ið nótar finnast saman við fullum teksti, er (_t) merkt framman fyri blaðsíðutilvísing.
(_) Eru bert nótar, stendur (_) framman fyri blaðsíðutilvísingina.
( ) Nakrar tilvísingar til greinar, ið viðgera kvæði (uttan at endurgeva kvæðið sjálvt í heilum líki) eru settar í klombrum.

Styttingar og bókmentalisti

ACE A.C. Evensen: Kvæðabók I. Tórshavn 1910 (og Lesibók. 1911).
AL Astri Luihn: Føroyskur dansur. Trondheim 1979.
Alt Kristian Blak o.f.: Alfagurt ljóðar mín tunga. Føroya Skúlabókagrunnur 1995.
AN Andrias í Norðradali: Rímur og frásagnir. Tórshavn 1995.
BN Barnadansurin í Norðurlandahúsinum. Dansifelagið í Havn (1992?).
CCF Svend Grundtvig og Jørgen Bloch: Føroya kvæði I-VI. Kopenhagen 1951-72.
Dim Dimmalætting.
Dgb Dagblaðið.
DGF Svend Grundtvig: Danmarks gamle Folkeviser. København 1853-1976.
DK Danske Kæmpe- og Folkeviser. 2. útg. Tórshavn 1951.
DKF Hjalmar Thuren: Dans og Kvaddigtning paa Færøerne. København 1901.
EV Elsebeth Vestergaard: Feðgarnir Miðgerða Poul og Poul Johannes. 1975.
FA V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I. København 1891.
FK V.U. Hammershaimb: Færøiske Kvæder. 2 útg. Tórshavn 1969.
FKT H. Grüner-Nielsen: De færøske kvadmelodiers tonalitet i Middelalderen. Færoensia I. København 1945.
FMDK Hjalmar Thuren og H. Grüner Nielsen: Færøske Melodier til danske Kæmpeviser. København 1923 (uppafturpr. í DGF XI).
FS 14. September.
GNF H. Grüner-Nielsen: Færøske Folkemelodier - og: Folkemusik i Danmark. Nordisk Kultur XXV, bls. 152 ff og 81 ff. Stkh. 1934.
GNN H. Grüner-Nielsen: Nyindsamling af færøsk Folkemusik. Musikhistorisk arkiv, bls. 135-175. København 1931-39.
GSF J. Enni o.fl.: Grør so fagurt. Tórshavn 1980.
Gy Jóannes Patursson: Føroysk kvæði (Gyltabók). 2.útg. Tórshavn 1979.
HJH H.J. Højgaard: Føroysk songløg. 1977.
Hs Marianne Clausen: Hundredesyv-visebogen. Tórshavn 1995.
JB J. Berg: Óli Jespersen. Tórshavn 1987.
JJ Jakob Jakobsen: Poul Nolsøe, lívssøga og yrkingar. 2.útg. Tórshavn 1966.
Jóm Bjarni Vestergaard og Adolf V. Hansen: 1000 ár eftir bardagan við Hjørungavág. Jómsvíkingar í Vági 1986.
JP Jóannes Patursson: Kvæðabók I-V. Tórshavn 1922-45.
JPT Jóannes Patursson: Táttabók I. Tórshavn 1934.
KVT Dávur Magnussen og Jóhannes av Skarði: Kvæði, vísur og táttar. 2.útg. Tórshavn 1965.
L Lesibók til 2.-10. skúlaár. Tórshavn 1966-84 (L II - L X)
LF H.C. Lyngbye: Færøiske Qvæder om Sigurd Fofnersbane og hans Æt. Randers 1822.
LL Janus Mohr: Lív og lutir. Hoyvík 1974.
MJT Marius Johannesen: Tættir I-V. 1966-78.
PE Poul Eide: Stígum fast. Tórshavn 1963.
PT Politiskir táttar I-IV. 1916-17.
Sa Jóannes í Króki: Sandoyarbók I-II (R.Long). Tórshavn 1968-82.
Sch Chr. Matras: J.H, Shrøters optegnelse af Sjúrðar kvæði. Færoensia III. København 1951-53.
SD Sange til Dans den 25. Juli 1907.
SdS Skipan fyri dansiferð Sólarmagns til Noregs veturin 1925.
SE Sverri Egholm: Kvæðabókin I. Tórshavn 1960.
SEn Sverri Egholm: Nýggja Kvæðabókin I. Tórshavn 1996.
SEn2 Sverri Egholm: Nýggja Kvæðabókin II. Tórshavn 1997.
SFV Svabos færøske visehaandskrifter (Chr.Matras). København 1939.
Sos Sosialurin/Føroya Sosialdemokrat.
SS Ólavur Clementsen: Søga og skemt av Sandi. Tórshavn 1981.
TFF Hjalmar Thuren: Folkesangen på Færøerne. København 1908.
Tk Tingakrossur.
TSB The Types of the Scandinavian Medieval Ballad. Oslo 1978.
VB Vísur til brúðardans (3.útg.). Tórshavn 1981.
Vf Óli Dahl o.fl.: Vit fara upp á gólv I-IV. Klaksvík 1974-75.
VUH V.U. Hammershaimb: Savn. Tórshavn 1969.
WS Ernst Krenn: Føroyar-Studien.Wörter und Sachen. Heidelberg 1942.
ÅV Karl og Marianne Clausen: Åndelig visesang på Færøerne. Fra Færøerne: Úr Føroyum VII-VIII. København 1975.
Harafturat er víst til Fróðskaparrit, Fuglaframa, Føringatíðindi, Mondul, Útiseta, Varðan, ymisk yrkingasøvn o.a.
Kvæðini í A.C. Evensens Lesibók 1911 eru tey somu sum í kvæðabók hansara (ACE).
Føroysku bløðini (Dim, Dgb, FS, Sos, Tk) eru ikki miðvíst kannað.
Umframt finnast á prenti hefti og ørk við einstøkum kvæðum ella táttum, t.d.:
Brynhildar táttur. Einars Forlag 1963.
Brynhildar táttur og Høgna táttur. Einars Forlag 1963.
Fruntatáttur. Føroya Banki 1967.
Fuglakvæði. 1884.
(Sama) Med forklarende Anmærkninger af J.Jakobsen. 1892.
(Sama) Greitt til prentunar hevur Richard Long. 1929.
Grindavísan. Ivirsett av J.C.J. 1898.
Gunnleygs kvæði. Jóannes Patursson. 1902.
Jákup á Møn. Føroya Skúlabókagrunnur 1987.
Jómsvíkingar. Føroya Skúlabókagrunnur 1988.
Karlamagnusar kväje ædla Rólands kväje. Gaipatáttur. 1890 (sbr. Dim 3.5.1890).
Karlamagnussar kväje ædla Rólands kväje. Runsevalsstry. 1890 (sbr. Dim 27.9.1890).
Kvæði um Ormin Langa. 1884.
Símunartáttur. Føroya Skúlabókagrunnur 1988.

Aftur at tí, ið finst á prenti av tílíkum tilfari, finn-ast almong handrit á Føroya Landsbókasavni og á Fróð-skap-ar-setrinum, har eisini eins og hjá Útvarpi Føroya finst hópur av bandupptøkum. í Dansk Folkemindesamling á Kong-liga bókasavninum í Keypmannahavn eru upptøkur frá 1902 og 1927-28 innspældar á fonogramm og útskrivaðar í nótar. Somuleiðis er savn av upptøkum á Institutt for Folke-minn-vitskap á lærda háskúlanum í Oslo og í Svensk visearkiv í Stockholm. Tvítøk av øllum hesum upptøkutilfari eru eis-ini á Fróðskaparsetrinum. At enda vil eg her til tess at fáa eina so fullfíggjaða kvæða- og vísuskrá sum møguligt, biðja um rættingar og við-merkingar frá teimum, ið skránna nýta.

Jeffrei Henriksen