logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 Leikrit
 
   Leiktitlar
 
  Høvuðsskrá
 




 
Føroysk leikrit, yvirlit yvir leikrit og leikir á føroyskum 


Inngangur og vegleiðandi viðmerkingar

Yvirlitið yvir leikrit/handrit á Landsbókasavninum, skráir og annað tilfar í egnum og annara goymslum eru støðið undir hesi bráðfeingisskrá yvir leikrit á føroyskum. Eyðvitað vanta leikrit og upplýsingar um uppaftur fleiri leikir. Vit taka framvegis hjartans fegin ímóti rættingum, ískoytum og uppskotum, so at næsta útgávan verður okkum øllum eitt betri amboð. TAKK fyri!

Innihaldið er skipað í:

1. Leiktitlar
 Leiktitlar eru lættari at minnast enn høvundar. Í titlarøðini verður við > víst til navn/heiti í høvuðsskránni. 
 
2. Høvuðsskrá
Høvuðsskráin er sett upp í stavrøð eftir:

  • rithøvundum (eftirnøvn)
  • ella titli, um eingin ávísur rithøvundur er
  • ella undir Ónevndur.

Er leikritið prentað/givið út, so stendur útgávuárstalið eftir tittulin/umsetaran. Nakrir leikir komu (fyrstu ferð) á prent í Tingakrossi (stytt TK:árstal:nummar), í Varðanum (Varð:bindtal:síðutal) ella øðrum bløðum og bókum.

Flestu leikritini á Landsbókasavninum (FLB) eru frá seinastu 30 árunum. Við leikrit, sum eru í handritasavninum á FLB, er viðmerkt handritanummar (dømi: E-314-b).

Har, tað hevur borið til, er upplýst, hvussu mangir (Kvinnuligir og Mannligir) leikarar eru í leikinum. Fleirstaðni er sett við, hvørt leikur er Barna- og ungdómsleikur, Skemtileikur ella Útvarpsleikur. Somuleiðis nær og hvar leikur varð framførdur - har eg havi fingið hetta upplýst. Dømi: Hvn 1893,32; Sndv 2? = leikurin er spældur í Havn í 1893 og 1932 og í Sandavági í 1920árunum.

Árstølini í hesi øld eru skrivað við teimum báðum aftastu tølunum (93 = 1993). Er seinna talið ivasamt, stendur ? í staðin.
Stendur ? aftanfyri talið, t.d. 27?, merkir tað, at leikurin er spældur umleið 1927. Sí annars styttingar.

Nøkur av hesum nevndu leikritum fáast helst ikki til láns - okkurt finst ikki longur.

Fólk kunnu venda sær beinleiðis til Landsbókasavnið (tlf. 11626), sum eisini hevur væl av útlendskum leikum, umframt bókmentir um leiklist yvirhøvur, leiklistasøgu, pallgerð, uppseting av leikum osfr.

MáF- skrivstovan hevur eisini nakað av tilfari, og er altíð til reiðar við ráðum og leiðbeiningum. Vit hjálpa eisini við at finna fram og útvega leikir. Ringið tlf. 340525. 

Styttingar:

                    +o     = og onnur (leikfólk, høvundar)
                    &      = og, saman við
                    b      = barn/børn
                    B      = barnaleikur
                    E      = handritasavnsmerking á FLB
                    F      = handritasavnsmerking á FLB
                    FLB    = Føroya Landsbókasavn
                    Fu     = í Fuglafirði
                    FuS    = Fuglafjarðar Sjónleikarafelag
                    Gø     = í Gøtu
                    HK     = í Havnar Klubba (Teatursalinum)   
                    Hósv   = í Hósvík
                    HS     = Havnar Sjónleikarfelag
                    Hvlb   = í Hvalba
                    Hvlv   = í Hvalvík
                    Hvn    = í Havn
                    K      = konufólk
                    Kl     = í Klaksvík
                    Kolf   = í Kollafirði
                    KS     = Klaksvíkar Sjónleikarafelag
                    Kví    = í Kvívík
                    LF     = Leikarafelag Føroya
                    M      = mannfólk
                    Miðv   = í Miðvági
                    NH     = (í) Norðurlandahúsinum
                    Nóls   = í Nólsoy
                    osfr.  = og so framvegis
                    S      = skemtileikur
                    s.     = síða/blað/síður
                    Sa     = á Sandi
                    Sjónl  = (í) Sjónleikarhúsinum, Havn
                    Skop   = í Skopun
                    Sndv   = í Sandavági
                    Str    = á Strondum
                    Sørv   = í Sørvági
                    TK     = Tingakrossur (:árstal: nummar)
                    Tvør   = á Tvøroyri
                    Ú      = útvarpsleikur
                    Ums.   = umsett hevur
                    Útg.   = útgivin/útgáva/útgevari
                    Vá     = í Vági
                    Varð   = í tíðarritinum Varðanum (:bind:síðu)
                    VáS    = Vágs sjónleikarafelag
                    Vlb    = á Velbastað
                    Vstm   = í Vestmanna
                    

 

 Savnað og lagt til rættis fyri MáF hevur Sverri Egholm í samstarvi við Landsbókasavnið.