logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
 

 
Vítt um verøld. Ferðaminni og ferðafrásagnir
 
1. SAMBAND ÚTEFTIR

At ferðast, sum vit gera í dag, man ikki hava verið vanligt fyrr. Í Føroyingasøgu lesa vit um føroyingar, sum eru á ferð eitt nú í Noregi og Danmark. H. D. Joensen skrivar í greinini Sambandið føroyinga og útlendinga millum (Fróðskaparrit, 28. og 29. bók, 1981, s. 211-245) eisini um at ferðast í eldri tíð.
  Í Føroya siglingarsøgu 1856-1940 Bd. I (Tórshavn, Varðin, 1955) greiðir høvundurin Páll J. Nolsøe frá teimum fyrstu kendu siglingarmonnunum, m.a. Nólsoyar-Páll.
  Í serritgerð At rejse ud for at komme hjem. Den færøske sangdigtning 1876-1892 som del af og udtryk for færøsk nationalidentitet i støbeskeen (Kbh. 1987) skrivar Turið Sigurðardóttir m.a. um, hvussu longsulin eftir einum heimlandi førdi til tað bókmentaliga nýbrotið, tjóðskaparliga og romantiska yrkingarlagið, sum tók seg upp millum føroyingar í Keypmannahavn í nevnda tíðarskeiði.

2. MOHR OG PLØYEN

Mohr, Nicolaj
Forsøg til en Islandsk Naturhistorie med adskillige oekonomiske samt andre Anmærkninger
Kbh. 1786.
 
Frásøgn frá ferðini, sum høvundurin eftir áheitan frá leiðsluni fyri Kongligu Postalínsfabrikkina í Keypmannahavn gjørdi til Íslands í 1780-81 at kanna, um har var nóg nógv ráevni til at framleiða postalín. Høvundurin ferðaðist um alt Eystur- og Norðurlandið og skrivaði alt upp, sum hann sá og tosaði við fólk. Sí eisini Nikolai Mohr eftir Zakarias Wang í Ársfrágreiðing 1992 hjá Føroya Landsbókasavni, s. 75-84.

Pløyen, Christian
Erindringer fra en Reise til Shetlandsøerne, Ørkenøerne og Skotland i Sommeren 1839
København, C. A. Reitzel, 1840.
 
Pløyen amtmaður (1803-1867) var framburðssinnaður embætismaður og avgjørdur í síni mótstøðu móti monopolhandlinum. Við hesi ferðini til Hetlands, Orknoyar og Skotlands vildi hann vísa føroyingum á vinnuligu framgongdina í okkara grannalondum. Og hansara ferð og frágreiðing fekk ávirkan í Føroyum, eitt nú at føroyingar fóru at brúka línu og annan meira nútímans fiskireiðskap.

3. SIGERT PATURSSON

Patursson, Sigert O.
Á ferð í Sibiriu. Frásagnir um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og við Karahav
Tórshavn, Ungu Føroyar, 1994.
 
Í 1889 fór Sigert Patursson sum 20 ára gamal undir sína fyrstu longu ferð. Bókin "Á ferð í Sibiru" er um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og syðru pørtunum av Vestursibiriu og við Karahav. Á ferðini hoyra vit m.a um bóndabrúdleyp í Sibiriu, bjarnaveiðu og um lívið hjá sibirisku frumbúgvunum. Ferðafrágreiðingin kom undir heitinum "Sibirien i vore dage" út í 12 heftum 1900-1901 og sum bók í 1901. Í føroyskari týðing eftir Sigrið av Skarði Joensen kom bókin út í 1994.

Sigurðardóttir, Turið
Sigert
Tórshavn, Ungu Føroyar, 1994.
 
Ævisøga.

4. JAKOB JAKOBSEN

Dahl, Marianna Debes
Endurskin av Jákupi doktara, frá brøvum, hann skrivaði til síni 1875-1918
Tórshavn, Fannir, 2002.
 
Skaldslig ævisøga, sum m.a. byggir á tað brævaskifti eftir Jákup doktara, ið er til skjals á Føroya Landsbókasavni.

Grønneberg, Roy
Jakobsen og Shetland
Lerwick, Shetland Publishing Co. Ltd., 1981.
 
Ævisøga.

Jakobsen, Jakob
Korrespondance
Dimmalætting, nr. 36, 9. Sept. 1893.
 
Bræv, dagf. 20. august 1893, sum høvundurin skrivar, nú hann hevði verið 3 vikur í Lerwich. Brævið er ein ásannan av, at ferðin til Hetlands neyvan fer at vera til fánýtis, tí at her er almikið at gera at bjarga tí, ið eftir er av gamla málinum ’norn’.

Jakobsen, Jakob
Shetland og shetlænderne
Í: Greinir og ritgerðir. Tórshavn, HNJ, 1957, s. 111-142.
 
Høvundurin vitjaði á fyrsta sinni í Hetlandi á sumri 1893. Hendan greinin stóð í danska blaðnum Tilskueren 1896. Talan er kanska ikki um eyðkenda ferðafrásøgn, men meira um eina landa- og málfrøðiliga og søguliga lýsing av Hetlandi.

5. ÁTRÚNAÐARLIGAR FERÐIR TIL JORSALA OG ETIOPIA 

Ellingsgaard, Hans J.
Etiopiuferðin
Tórshavn, Forlag Kirkjuliga Missiónsfelagsins, 1978.
 
Frásøgn frá ferð í Etiopia sum trúboðarin, Hans J. Ellingsgaard, gjørdi fyrrapartin í sjeyti-árunum. Dentur verður lagdur á at greiða frá, undir hvørjum umstøðum norðurlendskir kristniboðarar arbeiða, hvat tey hava at arbeiða við, hvussu tey arbeiða osfr. Bókin er býtt sundur í 16 partar og er prýdd við fotomyndum frá ferðini.

Háberg, Petur W.
Hugbirtingar
2. økta útgávan. Tórshavn, Dagblaðið, 1981.
 
Smábrot úr Ísrael, s. 80-85. Eisini greinir um ferðaskip: ”Tjøldrini”, s. 86-89 og ”Tjaldur” – ”Tjaldrið”, s. 90-92.

Holm, Monrad og Helgi Jacobsen
Ísrael. Frá Ábraham til Begin
Tórshavn, Nýtt Lív, 1981.
 
Bíbliulestur var íblástur til hesa ferðina, sum teir báðir høvundarnir gjørdu á vári 1980. Høvuðs-innihaldið í bókini eru tey søguligu og átrúnaðarligu viðurskiftini, sum skulu hjálpa okkum at skilja, hví gongdin í Ísrael má vera soleiðis, sum hon er.

Jacobsen, Elsa
Etiopia kallar
Tórshavn, Forlag Kirkjuliga Missiónsfelagsins, 1966.
 
Í september 1960 fór høvundurin úr Føroyum til Etiopia at virka sum sjúkrasystir á klinikk í Konso í Suður-Etiopiu. Hon var send hagar av Kirkjuliga Missiónsfelagnum at virka sum kristniboðari á íslendsku kristniboðstøðini har. Í hesi bókini eru dagfestar frásagnir frá landinum og hendingum fram til apríl 1965.

Joensen, Absalon
Min Jorsalsferd. Beskrivelse af en Rejse fra Færøerne til Palæstina i Aaret 1925
Kbh., 1926.
 
Í 1925 fór høvundurin undir ferðina til heilaga landið, hagar honum hevði longst so eftir at sleppa. Ferðin gekk úr Føroyum til Skotlands og síðani gjøgnum Ongland, Frakland og til Napoli í Italia. Haðani við skipi til Jaffa. Høvundurin vitjar heilagu støðini í Ísrael. Í bókini verður eisini greitt frá eitt sindur um søgu og sermerktar mentunargripir í londunum, har høvundurin vitjar.

Juul, Lea
Á ferð í Etiopia
Tórshavn, Kirkjuliga Missiónsfelagið, 2001.
 
Síðani 1960 hevur Kirkjuliga Missiónsfelagið rikið kristniboðsarbeiði í Etiopia. Summarið 1995 fekk høvundurin høvi til at vitja landið, har kristniboðarar, knýttir at hesum arbeiði, hava starvast. Bókin er skrivað sum dagbók, har greitt verður frá vitjanum, hendingum og gerandislívi ymisk støð í landinum. Bókin lýsir landið og fólkið har og gevur størri innlit í tað kristniboðsarbeiði, sum Kirkjuliga Missónsfelagið hevur rikið har í landinum síðani 1960.

Viderø, K. O.
Ferð mín til Jorsala
Tórshavn, 1957. (2. útg. Tórshavn, Emil Thomsen, 1984).
 
Hetta er frásøgn um eina átrúnaðarliga Jorsalsferð, har høvundurin lýsir tímiliga fáfongd og átrúnaðarligar illstøður og fávitsku. Hann varnast, at størstu menniskjaligu virðini, virðingin fyri medmenniskjanum og óspiltur guðsótti, eru at finna heima í heimlandinum. Ferðin byrjar við ferðaskipinum Barjamu, tá høvundurin fyrst fer til Skotlands, haðani suður til Miðjarðarhavið og síðani við skipi til Haifa. Í formæli til 1984-útgávuna skrivar Sverri Egholm, at høvundurin hevur reikað víða einsamallur og hugsandi. ”Víst er hann heimspekingur og droymari. Eygu hansara síggja longur enn hjá teimum flestu. Ígøgnum, afturum og uppum, eins og hugflogið. Sum í sjóneyku sær hann minstu smálutirnar, annaðhvørt tað er í Skálavík ella Jerusalem, í Hvalvík ella Roma. Alt hongur hetta saman, tað hann sær og upplivir og tað hann hevur upplivað og hoyrt um. Alt rennur saman í eina størri eind – alt frá somu frumkeldu.”
Høvundurin hevur annars greitt frá øðrum ferðum m.a. í bókunum Frá landi á fyrsta sinni. Tórshavn, Emil Thomsen, 1991 og Ferð mín til Damaskusar. Tórshavn, Emil Thomsen, 1997.

6. Á NÆRLEIÐUM

Andreassen, Hanus
Tíðartinnur
Tórshavn, Orð og Løg, 1985.
 
Hugleiðingar. ’Ein summardagur í Runsivali’ s. 264-272. Greinin er áður prentað í Sosialinum, 28. september 1985.

Brú, Heðin
Endurminningar
Tórshavn, Bókagarður, 1980.
 
Í 8. og 9. kapitli verður greitt frá um lestrar- og arbeiðstíð í Danmark og um onkrar útferðir, sum høvundurin var á hesa tíðina.

Dahl, Marianna Debes
Fløkjan
Tórshavn, Fannir, 1978.
 
Skaldsøga. Ungfólk av bygd leita til høvuðsstaðin á skúlabonk ella í læru. Haðani gongur leiðin til Keypmannahavnar til hægri útbúgving. M.a. um trupulleikarnar at fella til í stórbýnum. Er eisini á donskum: "Tjaldur" sejler. Kbh., Høst & Søn, 1982. Marie Lousie Hoydal týddi.

Dahl, Marianna Debes
Úti á leysum oyggjum
Tórshavn, Føroya Lærarafelag, 1997.
 
Høvundurin greiðir frá skúlagongd í Danmark í 1960'árunum og um hvussu tað er at koma heimaftur í jólafrí.

Dahl Sandberg, Tóra
Ein ferð til París
Hugnalig jól 1975, s. 49-60.
 
Høvundurin er hesaferð ferðafólk í Paris. Hon vitjar kend støð, eitt nú Operahúsið, Eiffeltornið og má sanna, sum Hemingway á sinni, at tað er eingin endi á Paris.

Dahl Sandberg, Tóra
Ein Londonferð
Hugnalig jól 1974, s. 21-33.
 
Høvundurin er ferðafólk í London í 1973 og vitjar kend støð.

Dahl Sandberg, Tóra
Ein sunnudagur í Hyde Park
Hugnalig jól 1976, s. 10-18.
 
Høvundurin er aftur í London 1976 og vitjar kenda staðið Hyde Park.

Dali, Jens Pauli í
Ein dagur í Vesturbygdini
Varðin, 14. bind 1934, s. 217-227.
 
Eftir at hava kannað havnalíkindini í nýggju Føroyingahavnini fer høvundurin ein dag at vitja útgrevstrarnar í Vesturbygdini.

Dali, Jens Pauli í
Grønlandstíðindi
Varðin, 14. bind 1934, s. 129-143.
 
Høvundurin er í Grønlandi og kannar, hvar best er at leggja nýggja Føroyingahavn.

Dali, Jens í
Yvir Grønlandi
Útiseti bd. 4, 1949, s. 7-36.
 
Á flogferð við Catalina-flogfari yvir Grønlandi eygleiðir høvundurin landslagið og vitjar toftirnar í Brøttulíð.

Danielsen, D. P.
Í Íslandi. Summarið 1972
Tórshavn, Roðin, 1978.
 
Hetta er ikki bara ein vanlig ferðasøga, sum sigur, hvat høvundurin gjørdi og upplivdi tær 3-4 vikurnar, hann dvaldi á norðureysturlandinum í Íslandi, men hetta er samstundis eitt stutt yvirlit yvir íslendska søgu, landalæru, politikk, bókmentir og siðsøgu í síni heild. Tú merkir allan vegin gjøgnum bókina, at her er tað tann gløggi blað- og frásøgumaðurin, sum hevur orðið. Tað eydnast honum longu í teimum fyrstu reglunum at hugtaka lesaran so nógv, at bókin verður lisin út í eitt.

Davidsen, Sámal
Ísland, landið, har skyldfólk og næsta viðskiftafólk okkara býr
Varðin, 24. bind, hefti 3-4 1946, s. 169-174.
 
Høvundurin er í Altingshúsinum, tá ið hin fyrsti landsstjórin varð valdur, Sveinn Bjørnsson. Í greinini verður greitt frá vitjan í Vestmannaoyggjunum, Reykjavík og á søgustaðnum Tingvellir.

Debess, Nyholm
Noregsferð
Í: Aldan og onnur brot. Vestmanna, Sprotin, 1998, s. 47-48.
 
Yrking.

Djurhuus, Hans A.
Á Lübeckar-vitjan
Tingakrossur nr. 52, 7. Juli 1937.
 
Skaldið greiðir frá hugtakandi ferð, tá ið hann er heiðursgestur á 4 daga langari fólkastevnu í Lübeck. Týskarar eru m.a. hugtiknir av, at føroyingar hava goymt kvæðið um Sigurd Favnerbane. Fundirnir endaðu við stórari bálfest.

Fon, Sverri
Ferðaminni úr Spániu
Gluggin nr. 8 1959, s. 4-7 og 19-22.
 
Høvundurin vitjar í søguligum býnum Sevilla. Eisini hugleiðir hann um fólk og mentan og greiðir eitt nú frá flamenco-dansinum.

Fon, Sverri
Tarvadystur
Gluggin nr. 10 1956, s. 4-7 og 23.
 
Høvundurin er til tarvadyst í Madrid. Hann er hugtikin av leikinum og kemur at hugsa um føroyska grindadrápið.

Gregoriussen, J. P.
Ferðatekningar
Tórshavn, Egið forlag, 1986.
 
Ferðatekningar.

Gregoriussen, J. P.
Um heimsins borgir
Velbastað : Forlagið í Støplum, 2002.
 
Ferðatekningar.

Guðmundur Sæmundsson
Færeyjaflugið og aðdragandi tess
Ársrit Íslenska Flugsögufélagsins, 5. árg. 1987, s. 72-91.
 
Grein um flúgvingina millum Íslands og Føroyar í tíðini eftir kríggið og til 1960- og 70-árini.

Jacobsen, Jacob
Bergen
Útiseti bd. 1, 1945, s. 110-121.
 
Frásøgn úr Bergen nú kríggið er av. Eisini um søguliga sambandið millum hendan býin og Føroyar.

Jacobsen, Jørgen-Frantz
Den yderste kyst - og andre essays
Kbh., Fisker & Schou, 1999.
 
M.a. Ung færing på Frankrigsfærd s. 22-37, Isle of May s. 69-73 og Køretur til Sjællands Odde s. 77-80.

Jacobsen. Jørgen-Frantz
Provence
Útiseti bd. 2, 1946-47, s. 8-30.
 
Í 1922 á sumri fór høvundurin eina stutta læruferð til Fraklands, og var hann meginpartin av tíðini í Grenoble. Haðani gjørdi hann ymsar útferðir, m.a. eina suður í Provence. Ferðasøguna hesa sum aðrar sendi hann vininum William Heinesen. Hon er skrivað nakað aftaná, í november 1922 og januar-februar 1923. Týðingina hevur Chr. Matras gjørt.

Jacobsen, Jørgen-Frantz
Tíðargreinir
Tórshavn, Bókagarður, 1976.
 
Greinir, sum høvundurin skrivaði í 1920- og 30-árunum, og sum hava staðið í danska blaðnum Politiken. M.a. ’Ísland í løtuni sum er’ og ’Fullveldi Íslands’, s. 31-42, ’Glæsiligi staðurin Stockholm’, s. 81-92, ’Gamal norðhavsbýur’, s. 111-120, ’Kongsríkið Skotland’ og ’Edinburgh’, s. 121-134. Føroyskað hevur Chr. Matras.

Lambaa, Knud
Jólaaftan í Tyne Dock
Jólastjørnan 1944, s. 11-17.
 
Tað er jólaaftan 1919 umborð á damparanum ”Arkansas”, sum er farin inn í Tyne Dock at taka bunkarkol at hava á ferðini til Amerika. Teir stytta sær stundir við at siga frá vandaferðum undir fyrra kríggi.

Lambaa, Knud
Rom mentunarmiðstøð heimsins
Jólastjørnan 1958, s. 21-26.
 
Lýsing av søguliga býnum.

Niclasen, Bjarni
Hendingar á leiðini
Tórshavn, Bókagarður, 1983.
 
M.a. Á háskúla í Noregi, s. 54-67, Ferð til Írlands, s. 166-174 og Stutt Danmarkarferð, s. 175-185.

Niclasen, Poul
Beretning til Færøernes Lagting om en Rejse til Spanien og Portugal i April -Juli 1933
Tórshavn, 1933.
 
Eftir áheitan frá Føroya Reiðarafelag og Føroya Fiskaútflutningsfelag gjørdi Poul Niclasen hesa ferðina "for at gøre sig bekendt med de forskellige Forhold der i Landet (Spanien), der vedrører Importen, Salg af Fisk her fra Øerne o.s.v. Rejsen skulde ialt vare 3 Maaneder..."

Nolsøe, Niels Juel
Á ferð um víddir
Tórshavn, Egið forlag, 2000.
 
Ein partur av hesi bókini eru frásagnir frá ferðum í Eysturríki, Týsklandi, Hetlandi, Orknoyum, Skotlandi og Danmark. Umframt at siga frá hendingum á ferðunum, so leggur høvundurin seg eftir at seta ferðirnar í ein søguligan og mentunarligan karm.

Olsen, Tróndur
Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð
Keypmannahavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 1992.
 
Ferðafrásagnir, s. 115-153. Frá ferð í Noregi og eini ferð í Mið- og suðureuropa. Savnað og lagt til rættis hevur Jóhannes Enni.

Patursson, Jóannes
Tættir úr Kirkjubøar søgu
Endurminningar.
Tórshavn, Varðin, 1966.
 
Frásøgn frá læruárunum í Noregi 1881-84, s. 111-141.

Patursson, Sverre
Noreg
(Stuttur úrdráttur úr dagbók.)
Varðin, 14. bind, hefti 1-2 1934, s. 2-19.

Poulsen, Erling
Tjaldrið
Fyrsta Tjaldrið hjá Skipafelagnum Føroyum
Tórshavn, Egið forlag, 1997.
 
Søgan um kenda ferðaskipið, men eisini frásagnir frá skúlabarna- og dansiferðum.

Reynberg, E. A.
Túsundára hátíð Íslands
Tingakrossur, nr. 28, 1930.
 
Einir 60 føroyingar vitja søguoynna og eru við til 1000 ára hald Altingsins á Tingvøllum.

Samuelsen, Hanus A.
Vitja frændur vestan hav. Kring Ísland eftir ringvegnum
 
Greinarøð í Dagblanum frá ferð í Íslandi frá 25. nov. 1981 til apríl 1982 – fyrst og fremst mentunarsøguligar hugleiðingar.

Samuelsen, Helena og Hanus A. Samuelsen
Ferðaminni úr Norra
Hoyvík, Durhellan, 1986.
 
Hjúnini hava verið fleiri ferðir í Norra at uppliva landslag, náttúru og mentan. Tey fyrireikaðu seg til ferðirnar, men sannaðu at ikki var altíð ”samsvar milum tað, vit hildu okkum vita, og tað, vit fingu at síggja.” Og, leggja tey aftrat, at ikki minst náttúruvakurleikan mást tú uppliva sjálvur, skalt tú skilja tað stórsligna.

Skæling, Magnus
Ferðaminni
Gluggin nr. 2 1961, s. 4-7 og 30-31.
 
Fyrst í 1960'árunum fór høvundurin eina rundferð úr Keypmannahavn og niður í Miðjarðarhavið við einum skipi hjá DFDS, sum hevði 9 ferðafólk við. Skipið legði at í ymsum havnum á ferðini. Í hesari frásøgnini verður greitt frá vitjanum í Hamburg, Dunkerque, Antwerpen, Waterloo og Algier.

Skæling, Magnus
Ferðaminni
Gluggin nr. 5 1961, s. 11-14.
 
Í hesari frásøgnini verður greitt frá vitjan í Grikkalandi.

Skæling, Magnus
Malta
Gluggin nr. 3 1961, s. 4-6.
 
Í hesari frásøgnini verður greitt frá vitjan á Malta.

Weihe, A.
Ferðaminnir
Í: Søga og søgn. 2. útg. Tórshavn, Fannir, 1988 (Fyrsta útg. 1933).
 
Bergenshus Fæstning, s. 141-147 og Rejseerindringer s. 148-172 (frásøgn frá ferð í Skotlandi, Orknoyum og Hetlandi).

Winther Lützen, M.
Frá Orknoyum og Hetlandi
Varðin, 3. bind, hefti 5, 1923, s. 115-128.
 
Frásøgn um søgu og samfelagsviðurskifti í Hetlandi og Orknoyum í sambandi við ferð hagar at kanna jarðar- og seyðabrúk har.

7. GUNNAR HOYDAL

Hoydal, Gunnar
Av longum leiðum
Tórshavn, Orð og Løg, 1982.
 
Savn. Søgur og frásagnir, sum hava tað í felag, at tær eru um útlegd og burturferðir. Tilsamans eru tær at skilja sum ein ferð hjá einum ávísum fólki at leita upp sín umheim. Aftanfyri hómast allastaðnis heimlandið sum tann veruligi miðdepilin í frásøgnunum.

Hoydal, Gunnar
Ferðabræv úr Róma
Varðin, 39. Bind, hefti 3-4, 1970, s. 55-66. 

Hoydal, Gunnar
Ferðabræv úr Skotlandi
Varðin, 38. bind, hefti 3-4 1968, s. 135-141.

Hoydal, Gunnar
Land í sjónum. Tíðartekstir
Keypmanahavn, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2001.
 
M.a. hugleiðingarnar ’Ísland, Føroyar, Andes’, s. 69-82 og frásøgn frá rithøvundaráðstevnu í Delfi: Spákonan í Delfi, s. 175-185.

Hoydal, Gunnar
Undir suðurstjørnum
Kollafirði, Árting, 1991.
 
Í hesi skaldsøguni ger høvundurin eina ferð aftur til Suðuramerikansku londini Bolivia og Ecuador, har hann áður hevur verið sum barn í 1950’árunum. ”Í allari bókini verður nærum samstundis sagt frá hendingum í Føroyum og øðrum londum, einahelst Suðuramerika, men hartil ferðast bókin á fleiri tíðarstigum: nútíðin við frásøgumanninum og systkjum, barnaárini við teimum somu, minnir hjá pápanum, einahelst úr Føroyum, og fortíðin hjá londunum í Suðuramerika.” (Jógvan Isaksen í Homo Viator, 1997, s. 84) Høvundurin hevur gott skil á søguligum og mentunarligum hendingum í stóra heimspartinum handan hav. Serligan tokka hevur hann til vanliga fólkið, sum mangan hevur ilt við at fáa síni sjónarmið fram, tá ið tær stóru avgerðirnar um teirra lagnu skulu takast.

Isaksen, Jógvan
Homo Viator. Um skaldskapin hjá Gunnari Hoydal
Nivå, Antonia, 1997.
 
Í innganginum verður eisini greitt frá ferðafrásøgnini sum sjangru.

Marnersdóttir, Malan
Længsel efter forgængerne. Gunnar Hoydals Stjernerne over Andes
Í: Malan Marnersdóttir: Analyser af færøsk litteratur. Århus, Modtryk, 2001.
 
Lýsing av skaldsøguni.

8. Á FJARSKOTNUM LEIÐUM

Andreasen, Johannes
Á strandfarasigling í Australiu
Følv 1954, s. 23-28.
 
Høvundurin siglir sum fýrbøtari og hugleiðir og sigur frá upplivingum umborð og í landi.

Andreasen, Johannes
Australia
Følv 1953, s. 25-28.
 
Framhald av frásøgnini í Følv árið fyri.

Andreasen, Johannes
Professor Koch
Følv 1952, s. 26-30.
 
Høvundurin er við á ferðini við Professor Koch úr Noregi til Australia í 1914, har hann ætlar at royna eydnuna.

Árnason, Teitur
Á ferð vestan hav
Tórshavn, Fannir, 1996.
 
Ferðafrásøgn frá einum 8 mánaðir longum túri, ið filmslistamaðurin og forvitni fjakkarin gjørdi vestan hav í árunum 1994 og 1995. Frásøgnin er givin út í tveimum bindum. Í fyrra bindinum sigur høvundurin frá tí honum var fyri, serliga á Kuba, men eisini í Meksiko og Guatemala. Í seinna bindinum sigur hann frá, hvat fyrifórst honum í El Salvador, Peru og Bolivia. Høvundurin er framúr frásøgumaður og skrivar við løttum penni um tey støð og tær mentanir, hann vitjar, og frá teimum mongu fólkunum hann hitti og knýtti vinabond við á síni longu og áhugaverdu fjakkaraferð.

Dahl, Marianna Debes
Latið altíð sólina skína. Friðargongan 1982. Stockholm-Moskva-Minsk
Tórshavn, Fannir, 1982.
 
Livandi frásøgn í dagbókaformi frá seinnu norðurlendsku friðargonguni. Tann fyrra var í 1981 frá Keypmannahavn til París.

Heiði, Høgni av
Dagar í Vietnam. Brot úr lívssøgu
Keypmannahavn, Hagasóljan, 1996.
 
Í 1986 gjørdi høvundurin eina ferð til Vietnam. Endamálið var at fáa gentuna, sum hann hevði lagt ástir við nøkur ár frammanundan. Men tað var ikki sum at siga tað, tað mátti hann skjótt sanna. Í bókini "Dagar í Vietnam" sigur hann frá teimum hendingaríku og viðhvørt dramatisku døgunum og frá møti sínum við fremmanda fólkið í eystri, sum eisini gav honum hugskotið til skaldsøguna "Tað heita summarið", ið kom út árið eftir.

Holm, Durita
Ferðin um bláu gongustjørnuna
Sandi, Freyja, 1999.
 
Bara 21 ára gomul legði høvundurin vestur í hav við seglbátinum Sølku Vølku á ferð kring knøttin í trý ár. Í hesari bók tekur unga gentan lesaran á bóli og letur hann fáa part í sínari ævintýrferð um fjar høv og lond. Vit uppliva saman við henni alt tað spennandi og eksotiska, henni hevur verið fyri: Renna á land í Portugal, kava eftir perlum í Kyrrahavinum, barnsburð í New Zealandi, andróður norður gjøgnum Reyðahavið og eydnusama heimkomu á Sandi. Er eisini í danskari útgávu: Rejsen om den blå planet. Valby, Borgen, 2000.

Hoydal, Karsten
Morgunroði yvir Kina
Varðin, 40. bind, hefti 3-4 1971-72, s. 165-177.
 
Høvundurin kallar frásøgnina 'Tíðindi frá Kinaferð 1967'. Vitjað verða ymisk støð í Kina, og sagt verður frá søgu, landslagi og átrúnaði. Hetta er eisini tíðin, tá ið mentunarkollveltingin er í hæddini, og hetta hómast eisini aftur í frásøgnini. Er eisini prentað í Følv 1967, s. 29-35.

Jacobsen, Mary-Ann
Nicaragua. Eitt øðrvísi samfelag
Tórshavn, Føroya Skúlabókagrunnur, 1990.
 
Í november 1986 fór høvundurin til Nicaragua og var har í eitt hálvt ár. Í bókini verður greitt frá landi og fólki, Somoza-tíðini og kollveltingini og krígnum við kontrarnar. Í bókini er eisini dagbók, sum sigur frá hendingum og upplivingum á ferðini. Hetta er skúlabók til HF-/studenta-skúlanæmingar og elstu flokkarnar í fólkaskúlanum.

Jacobsen, Óli
Á ferð handan jarntjaldið
Jólastjørnan 1966, s. 27-32.
 
Nágreinilig frágreiðing frá ferð í Leningrad við tí endamáli at kanna hetta sermerkta samfelag. Nortið verður eisini við, hvussu tann køvandi andaliga einsrættingin ávirkar samfelagið.

Jacobsen, Steinbjørn B.
Brá úr USA
Tórshavn, Fannir, 1982.
 
Frásøgn um mánaðarlanga ferð, ið høvundurin, lærari og rithøvundur, gjørdi til USA á sumri 1978. Amerikanska sendistovan í Keypmannahavn beyð honum á hendan túrin, har hann skuldi nema sær kunnleika um amerikanska mentan, barnabøkur, sjónleik og skúla. Á túrinum ferðaðist hann víða og vitjaði m.a. sjónleikarahús og skúlar í stórbýum, sum New York, Washington og Las Vegas. Hann gjørdi eisini eitt rend til náttúruføgru Yellowstone Park. Høvundurin nam sær ikki einans kunnleika um amerikanska mentan og skúla á ferðini, men nýtti eisini høvið til at siga amerikumonnum frá um Føroyar og føroyska mentan.

Joensen, Høgni Debes
Kubaferð. Frásøgn og hugleiðingar
Tórshavn, Fannir, 1985.
 
Tá ið høvundurin fór til Kuba í feb. 1983, tók hann avgerð um at skriva dagbók um tað, ið honum fyrifórst. Dagbókin varð ikki upprunaliga skrivað við teirri ætlan, at hon skuldi koma út sum bók. Í dagbókini lesa vit m.a. um eina øðrvísi 'kommunistiska' samfelagsskipan, ið er sett saman og stjórnað av Fidel Castro, og vit lesa eisini um eitt stolt, spontant og livandi kubanskt fólk við sterkari tjóðskaparkenslu. Alt tað, ið stendur í hesi bókini er skrivað á sjálvari ferðini.

Karin
Ferðaminnir úr Jordan
Magn, nr. 4 1979, s. (36-38).
 
Høvundurin er á bólkaferð við felagnum Tjæreborg í Aqaba á jólum 1978 og greiðir frá um gamla býarpartin, marglæti og fátækt á einum og sama stað, útferðum og um, hvussu fólkið livir har.

Lützen, Knud
Ein tvørlig ferð við gomlu "Herbert May"
Útiseti bd. 2, 1946-47, s. 48- 63.
 
Frásøgn um ódnarveður og ógvisligar hendingar, tá ið siglt varð millum Norðuramerika og Europa undir fyrra heimsbardaga. Sí eisini Viðstein, M. S.: Vestur um havið breiða. Við "Herbert May" av Havnarvág til USA. Í Horvnar Havnarmyndir. Tórshavn, Mentunargrunnur Føroya Løgtings, 1983.

Magnussen, Grækaris D.
Horvin føroyingur
Keypmannahavn, Forlagið Steyrin, 2001.
 
Bókin "Horvin føroyingur" snýr seg um oyrarmannin, Sofus Severin Strømsten, sum í 1947 rýmdi úr Føroyum. Hann flýddi undan harða og syrgiliga uppvøkstri sínum út í stóru verð. Hann kom ongantíð aftur til Føroya, og læt heldur ikki frætta frá sær. Í 2001, 54 ár seinni, fer høvundurin saman við beiggja Sofusi at leita eftir honum í brasilska stórbýnum Rio de Janeiro.

Olsen, Heini
Ferðafrásøgn úr Afghanistan 1973/74.
 
Ein røð av ferðafrásagnum í Tingakrossi desember 1985. Mentunarsøgulig og landafrøðilig frásøgn frá tíðini, tá ið høvundurin arbeiddi sum verkfrøðingur fyri Sameindu Tjóða.

Olsen, Heini
Frá okkara manni í Afrika
 
Ein røð av ferðabrøvum í Tingakrossi frá 25. nov. 1977 til juni 1978. Høvundurin arbeiddi um hetta mundið sum verkfrøðingur hjá Kampsax.

Olsen, Heini
Nálareygað
Í: Birting 1999, s.28-32.
 
Hugleiðingar um, hvussu kamelurin slapp gjøgnum nálareygað, eitt fyribrigdi, sum høvundurin hevur hoyrt um mangastaðnis á ferðum sínum. Í greinini er eisini frásøgn um skyldfólk á trælaoynni Zanzibar.

Patursson, Tróndur
Húðabáturin Brandan komin leiðina fram
Magn, nr. 6 1977, s. (8-11).
 
Frásøgn og myndir frá teirri 51 daga longu ferðini úr Føroyum til New Foundland, sum høvundurin sjálvur fjórði var við á.

Petersen, Flemming
Achéindiánar í Paraguei
Tórshavn, Føroya Skúlabókagrunnur, 1995 (2 sjónbond hoyra til bókina).
 
Tá bókin varð skrivað, hevði høvundurin í nógv ár havt gott samband við achéindiánarnar í Chupa Pou leguni í Paraguei. Acheindiánar eru ein av mongum indiánabólkum í Paraguei. Meginpartin av tíðini búgva teir í leguni, men við hvørt fara teir út í skógin og liva tá av veiði, soleiðis sum indiánarnir livdu fyrr.

Petersen, Flemming
Fátækrabýlingurin í Asunción – sjónband
Tórshavn, Føroya skúlabókagrunnur, 1995.
 
Í Asunción, høvuðsstaðnum í Paraguei, er sera stórur munur á ríkum og fátækum. Í tí stóra fátækrabýlinginum niðri við ánna búgva nógv fólk trunkað saman.

Petersen, Flemming
Føroyingur í Paraguei
Tórshavn, Føroya skúlabókagrunnur, 1995 (3 sjónbond hoyra til bókina).
 
Høvundurin er úr Gøtu, og hann var eitt ár í Paraguei og búði meginpartin av tíðini á einum garði saman við paragueium og livdi sum teir. Hetta var stór mentunarbroyting, og hana kendi hann eisini á ferðum sínum kring landið.

Simonsen, Kim
Amerikanskir dreymar og amerikanskar marrur
Dimmalætting. Skái, 1. apríl, 8. apríl, 23. apríl, 29. apríl og 13. maj 2003.
 
Drúgv greinarøð eftir ein høvund, sum er hugtikin av fjølbroytta landinum, ið er partur av sjálvsfatanini hjá okkum øllum.

Skæling, Magnus
Ferðaminni
Gluggin nr. 4 1961, s. 4-7 og 31.
 
Fyrst í 1960'árunum fór høvundurin eina rundferð úr Keypmannahavn og niður í Miðjarðarhavið við einum skipi hjá DFDS, sum hevði 9 ferðafólk við. Skipið legði at í ymsum havnum á ferðini. Í hesari frásøgnini verður greitt frá vitjan í Tripolis - Libya.

Thorsteinsson, Arne
Ferð mín til Kuwait
Gluggin nr. 6 1961, s. 4-8 og 30.
 
Seinna frásøgnin frá fornfrøðiligum kanningum í bronsualdarbýnum Failaka, sum høvundurin sjálvur var uppi í seinast í 1950-árunum.

Thorsteinsson, Arne
Hinar fornfrøðiligu rannsóknirnar í Persisku Víkini
Gluggin nr. 5, 1961, s. 4-7 og 30-31.
 
Fyrra frásøgnin frá fornfrøðiligum kanningum í bronsualdarbýnum Failaka, sum høvundurin sjálvur var við í seinast í 1950-árunum.

Viðstein, M. S.
Vestur um havið breiða. Við "Herbert May" av Havnarvág til USA
Í Horvnar Havnarmyndir. 
Tórshavn, Mentunargrunnur Føroya Løgtings, 1983, s. 128-141.
 
Um eina 72 dagar langa ferð um havið breiða. Sí eisini Knud Lützen: Ein tvørlig ferð við gomlu "Herbert May". Útiseti bd. 2, 1946-47, s. 48- 63.

9. DANSIFERÐIR

  Eitt serligt slag av ferðum eru dansiferðirnar, har tey ferðandi sýna fram føroyskan dans. Dansiferðir verða umrøddar í bókini Tjaldrið eftir Erling Poulsen (1997). Í greinarøð í Tingakrossi frá 22. apríl til fyrst í juli 1977 greiðir Óli Dahl frá Dansiferð í Frankaríki, sum hann og konan Bina saman við øðrum vóru á sama árið. Í sama blað frá 28. apríl til juni 1978 skrivar Jacob Olsen greinarøð um dansiferð: Á ferð í Skotlandi. Felagið Dansifrøi hevur ferðast í fleiri londum, Danmark, Noregi, Hetlandi og Skotlandi, og framført og hugt eftir fólkadansi. Í minningarritinum Dansifrøi 25 áreftir Erhard Jacobsen (Tórshavn, 1997) verður greitt frá fleiri av ferðunum.

10. HANDRIT

Hesi handritini eru eisini løgd fram á framsýningini. 

Marianna Debes Dahl: Latið altíð sólina skína [E 269.7]
Dagbók og aðrar uppskriftir hjá Marionnu Debes Dahl frá ferð á sumri 1982. Hetta summarið var høvundurin umboðandi Føroyar luttakari í friðargonguni Stokkhólm-Moskva-Minsk. Um hesa ferðina skrivaði høvundurin frásøgnina Latið altíð sólina skína (1982).

Gunnar Hoydal: Ferð í Bolivia og Ecuador summarið 1989 [E 261]
Dagbók sum Gunnar Hoydal skrivaði frá ferð í Bolivia og Ecuador summarið 1989. Dagbókin má sigast at vera ein partur av fyrireikingini til skaldsøguna Undir suðurstjørnum, sum høvundurin gav út í 1991.

Gunnar Hoydal: Waves of the Black Sea [E 328]
Dagbók sum Gunnar Hoydal skrivaði frá ferð í Egeahavinum og í Svarta-havinum dagarnar 13.-23. november 1994. Dagbókin er ikki prentað. 

Sune Joensen: Ferðaminni úr London 1994 [E 333]
Telduútprent av dagbók sum Sune Joensen úr Havn skrivaði á ferð í London í 1994. Handritið er ikki komið út í bók. 

Sigert O. Patursson: Á ferð í Sibiriu [E 542.1-3]
Handritsbrot og blaðútklipp. Frásagnir um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og sunnaru pørtunum av Vestursibiriu og Karahav. Í 1889 fór Sigert Patursson sum 20 ára gamal undir sína fyrstu longu ferð. Bókin “Á ferð í Sibiriu” er um mentanarsøgu og hendingar á seks ára ferð í norðaru og syðru pørtunum av Vestursibiriu og Karahav. 

Føroya landsbókasavn - Juni 2003