logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta

news

Forkunnug krabbavitjan á Sjómannadegnum í Klaksvík

Cancer bellianus 

  
17-08-2017

Týsmorgunin 15.08.2017 sigldi garnabáturin Gudrun - KG 243 - inn á Klaksvíkina at landa havtasku, sum teir høvdu veitt norðanfyri. Við sær høvdu teir eisini tikið krabbar, skeljadýr, igulker o.a., sum skuldi latast í kør at vísa fram á Sjómannadegnum.

Fýra ymisk sløg av krabbum vórðu latnir tiltakinum: trøllakrabbi (Lithodes maja), heksakrabbi (Paromola cuvieri), taskukrabbi (Cancer pagurus) og so ein heldur sjáldsamur krabbi, sum ikki hevur føroyskt navn. Á latínskum verður hann kallaður Cancer bellianus og á enskum “toothed rock crab”.

Hesin krabbin líkist nógv taskukrabbanum, og tí er ikki altíð lætt at skilja millum hesi bæði sløgini. Høvuðsmunurin er rondin rundanum skelina; C. bellianus hevur sagtenta rond, meðan rondin á taskukrabbanum er rundtent. Eisini er munur á litinum: skelin á taskukrabbanum er nakað einslitt brún, meðan hon er ljósari og reyðligari á C. bellianus.

Hetta er fyrsta skrásetingin hjá Tjóðsavninum av Cancer bellianus í føroyskum sjógvi. Sambært Kristin Vilhelmsen, skipara á Gudrun, hava einstakir av hesum slagnum veri í gørnunum seinastu árini. Eisini hava einstakir verið fiskaðir av øðrum skipum millum Føroyar og Ísland.

Útbreiðslan av hesum krabbanum er frá Kanarisku oyggjunum, norð til Ísland; frá 37-730m dýpi. Hann er tó mest vanligur í sunnara parti av norðuratlantshavinum. Krabbarnir, sum eru skrásettir norðanfyri Bretagne vóru allir hannar. Hesin, sum varð fingin til Sjómannadagin, var onki undantak.

Krabbarnir vórðu fingnir á knattstøðu 62°37,5N 6°50V á áleið 150m dýpi.

Avtala er fingin í lag, at krabbin eftir tiltakið, verður latin Tjóðsavninum, sum tekur hann í varðveitslu.


Jógvan Fróði Hansen og Jan Sørensen

Tjóðsavn Føroya





 Cancer bellianusMynd 1. Cancer bellianus. Rondin rundanum skelina er sagtent. Skjeljalongdin er mátað 12 cm, sum er full stødd.

Cancer bellianusMynd 2. Klørnar eru stórar og "fingrarnir" svartir eins og á taskukrabba.

Cancer bellianusMynd 3. Bakkroppurin (smala "lúkan") avdúkar, at hetta er eitt kalldýr.

Cancer bellianusMynd 4. Cancer bellianus sæst uttast til høgru undir liðini á einum taskukrabba.