logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
ICOM logo
ICOM tiltak í sambandi við útgávu av etisku reglunum á føroyskum

15-02-2017

Tann 23. mars verður fundur fyri øll tey, sum varða av søvnum í Føroyum, ið hava musealt virksemi og fáa stuðul ella fígging frá tí almenna til hetta. Fundurin verður í framsýningini hjá Søvnum Landsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík frá kl. 9 til kl. 15.

Tiltakið er í sambandi við, at savnsfelagsskapurin ICOM gevur út Tær etisku reglurnar fyri søvn á føroyskum. Søren La Cour Jensen, formaður í ICOM Danmark, luttekur.

Skráin fyri fundin 23. mars verður henda:

  1. Vælkomin
  2. ICOM, skipan av millumtjóða samstarvinum
  3. Tær etisku reglurnar, føroysk útgáva
  4. Kunning um føroyska umboðan í tjóðarnevndini
  5. Tær etisku reglurnar í praksis
  6. Stutt kunning um felags viðurskifti á savnsøkinum

Vit bjóða kaffi og okkurt til matna á middegi. Vinaliga boðið frá luttøku innan 20. mars við at senda ein t-post til [email protected].

Um ICOM

ICOM (International Coucil of Museums) varð sett á stovn í 1946 og er altjóða felag fyri søvn og starvsfólk á søvnum, sum hevur til endamáls at stimbra og verja náttúruarv og mentanararv, bæði nú og framyvir og bæði tann ítøkiliga og siðaarvin. ICOM hevur umleið 35.000 limir í 137 londum og er eitt netverk av savnsfólkum, sum starvast innan eina fjøld av fakøkjum, sum hava við søvn og náttúru- og mentanararv at gera.

Limirnir í ICOM Danmark telja í løtuni 57 søvn og uml. 1.358 starvsfólk á søvnum, teirra millum í Føroyum. Eitt serligt átaksøki hjá ICOM Danmark er at luttaka í tvørfakliga millumtjóða felagsskapinum Blue Shield, sum virkar fyri at bjarga mentanararvsvirðum í kreppuraktum økjum í heiminum vegna kríggj ella náttúruvanlukkur og at forða ólógligum handli við mentanarvirðum.

Hvørt limaland í ICOM hevur eina tjóðarnevnd at umboða seg í altjóða høpi, og danska tjóðarnevndin umboðar eisini Føroyar og Grønland.

Við atliti at tí altjóða samstarvinum og við støði í tjóðskaparligu støðuni hjá limunum hevur nevndin í ICOM Danmark tikið stig til, at Føroyar og Grønland fáa limaskap í donsku tjóðarnevndini. Hesum tók aðalfundurin undir við í 2016. Eitt punkt á savnsfundinum tann 23. mars verður tí at umrøða henda limaskap og tilnevning av føroyskum umboði at skjóta upp á næsta aðalfundi hjá ICOM Danmark. Næsti aðalfundur verður 22. mai í Aarhus.

Sí annars heimasíðuna hjá ICOM Danmark, viðtøkur og starvsskipan.

Virksemið hjá ICOM er skipað sambært hugsjónum hjá UNESCO, har Føroyar hava atlimaskap. Tað hevur týdning fyri menningina av tí museala virkseminum í Føroyum, millumtjóða samstarvið og altjóða virðingina, at virksemið í Føroyum verður grundað í leiðreglunum hjá ICOM.

__________

Søvnini í Føroyum, sum eru almenn ella fáa almennan stuðul, eru hesi:
Landssøvnini eru Søvn Landsins (Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið), Jarðfeingi (Jarðfrøðisavnið), Listasavn Føroya. Landsgóðkendu bygdasøvnini eru Sunnbiar Sóknar Bygdasavn, Vágs Bygdasavn, Porkeris Bygdasavn, Fornminnissavnið á Mýri í Hovi, Tvøroyrar Bygda- og sjóvinnusavn, Skúvoyar bygdarsavn, Sands Bygdarsavn, Skopunar Bygdarsavn, Miðvágs Bygdasavn, Sørvágs Bygdasavn, Nólsoyar Bygdasavn, Vestmanna Bygdarsavn, Kollafjarðar Bygdasavn, Tórshavnar Býarsavn, Sjóvar Fornminnasavn, Eiðis Bygdasavn, Gøtu Bygdasavn, Bygdasavnið Forni á Glyvrum, Bygdasavnið í Nes kommunu, Norðoya Fornminnissavn. Onnur stuðlað søvn eru Norðoya Listafelag, Ruth Smith savnið, Listasavnið á Sandi, Sjósavnið og Krígssavnið. 

ICOM perma