logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Sjáldsamur silvurmyntur úr víkingatíð funnin á Velbastað

Fornfrøðiligur grevstur á Velbastað

15-09-2016

Í fornfrøðiliga grevstrinum, sum Fornminnissavnið ger Niðri á Bakka á Velbastað, er brot av einum silvurmynti komið undan kavi. Mynturin er helst sligin í Chester í tíðarskeiðinum uml. 910-915 e.kr.

Mynturin er ein silvur penny frá anglo-saxiska konginum av Wessex Edvardi Eldra, ið ráddi frá 899 til 924 e.kr. Hann gjørdist eisini kongur yvir Mercia í  Suðuronglandi. Hann megnaði m.a. at vinna bardagar ímóti donsku víkingunum, ið høvdu tikið Miðongland, sokallaða Danelagen. Hetta førdi við sær, at donsku víkingarnir góvust við álopum suðureftir hetta tíðarskeiðið.

Mynturin er sera sjáldsamur og tað eru fáir av teimum í Skandinavia. Mynturin er helst kliptur í helvt. Í víkingatíð var vanligt at brúka vektina í silvuri sum virðiseind í býtishandli.

Tá silvur liggur í  moldini legst korrosión av ymsum slag uttan á sum ein skón. Fyri at síggja ígjøgnum hesa skón var neyðugt at røntgenlýsa myntin. Hetta ber ikki til á Søvnum Landsins, men Landssjúkrahúsið hevur við stórari vælvild gjørt hetta fyri savnið. Síðan er mynturin farin til konservering á Nationalmuseet í Danmark.

Tá mynturin var reinsaður bar til at lesa, hvat stóð á honum. Á aðrari síðuni sæst […]ADVVEA[…], sum stendur fyri +EADVVEARD REX = Edvard kongur. Á hinari síðuni hómast linjur og bogar, sum út frá  røntgenmyndini kunnu tulkast sum helvtin av einum blómumotivi og stavirnir GA, sum er síðstu stavirnir í BVGA,  ið er navnið á Boga myntmeistara.

Tað er Jens Christian Moesgaard, myntfrøðingur á Nationalmuseet í Danmark, ið hevur kannað myntin fyri Fornminnissavnið.

Helgi Michelsen, fornfrøðingur, stendur fyri fornfrøðiligu rannsóknini Niðri á Bakka. Av øðrum áhugaverdum gripum, ið eru funnir í fornføðiligu rannsóknini á Velbastað í summar, er ein sjáldsamur krossmerktur fingurringur úr gyltum silvuri. Enn væntar nakað av konserverings- og kanningararbeiði, men tá hetta er gjørt, verður greitt nærri frá gripum og útgrevstrinum á Velbastað.

Rannsóknin er liður í eini verkætlan um bønhús og kirkjugarðar, har Søvn Landsins eisini samstarva við Sp/f Munin viðvíkjandi nýtslu av georadara í fornfrøði.

 




Røntgenmynd av mynti
Røntgenmynd av myntinum