logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Framsýning um hval á evniviku í skúlanum við Streymin

Hvalastøðin, børn á evnisviku 2016
09-09-2016

Í døgunum 5. til 9. september 2016 hava Hósvíkar skúli, Hvalvíkar skúli og Skúlin við Streymin havt evnisviku um stórhval, hvalaveiði og um hvalastøðina við Áir, og tað serliga er, at tey hava samstarvað við Søvn Landsins um hetta evni.

Evnisvikan hevur havt tvinni mál: at styrkja søguliga medvitið og tilknýtið til hvalastøðina við Áir, og fáa eina fatan av, hvussu eitt savn arbeiðir – at savna inn, skráseta innkomið tilfar, at varðveita, granska og miðla.

Næmingarnir hava arbeitt við at savna inn myndir og gripir, gjørt samrøður við heimildarfólk – tilfar, sum kann brúkast á einum komandi hvalasavni við Áir. Tað hevur verið arbeitt við bæði lívfrøðini hjá hvali og við mentanar- og ídnaðarsøguna á hvalastøðini við Áir. Somuleiðis hava næmingar verið á niðurløgdu hvalastøðunum á Gjánoyri, Funningsfirði og Signabø.

Næmingarnir hava verið á hvalastøðini við Áir – eisini húsini við teimum merkiligu nøvnunum, Kemis, Perluna, Kvernuna, Skarv, Kristnastovu, Fuguna og Ebenezer. Í skúlunum hava tey gjørt tíðarlinjur, funnið veiðuhagtøl, kanna arbeiðs- og mannagongdir í sambandi við hvalaveiði, hvussu lívið var umborð á hvalabátum, hvør ið gjørdi hvat, hvussu hvalurin varð hagreiddur á hvalastøðini, um spøl, pumpur og maskinur og mangt annað.

Tað rúgvismikla myndatilfarið hjá Søvnum Landsins um hvalaveiði hevur verið kannað, og farið hevur verið eftir forvitnisligum gripum í goymslunum á hvalastøðini, eitt nú útkikstunnu, flensiknívar, kumpass, lanternu, harpun, granathylki, koyggjur, krakkar og borð úr kantinuni við Áir.

Søvn Landsins hevur hvønn dag havt framløgur og víst runt á hvalastøðini við Áir. Eitt tað týdningarmesta hevur verið at síggja søgu, søvn og samfelag sum eitt, og at læra at granska, at spyrja, fáa svar, og seta vitan saman í eina almenna framsýning um náttúru og mentan.

Í sambandi við Mentanardagar 2016 hjá Sunda kommunu er framsýningin í Skúlanum við Streymin opin í døgunum 12.-13. og 14. september kl. 15-19.

Evnisvikan er eitt samstarv millum skúlarnar í Sunda kommunu og Søvn Landsins.

 
 


Hvalastøðin, børn á evnisviku 2016