logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Erhard Jacobsen gevst

11-08-2016

Tann 31. august fer leiðarin á Landsbókasavninum seinastu 5 árini, Erhard Jacobsen, frá vegna aldur. Hann hevði síðsta starvsdag 4. juli.

Erhard Jacobsen hevur verið sera virkin í leiðarastarvi sínum. Serliga hevur hann virkað fyri at fáa tilfar hjá landsbókasavninum út til alt Føroya fólk. Talgildingin av bløðunum kom undir land í mars í fjør, og tann stóra avbjóðingin síðani hevur verið á fáa framhald í hesa sera týdningarmiklu uppgávuna at fáa tilfarið hjá Landsbókasavninum tøkt á internetinum. Eisini liggur honum á hjarta at fáa tey mongu vísindaligu tíðarritini, sum eru tøk á internetinum, men sum einans ávísir vísindastovnar hava havt atgongd til higartil, út til alt fólkið.

Søvn Landsins ynskja Erhardi blíðan byr fram.

 
Erhard Jacobsen