logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Linda Mortansdóttir fyristøðukvinna á Ljóðbókatænastuni

04-08-2016

Tann 1. august byrjaði Linda Mortansdóttir í starvi sum fyristøðufólk á Ljóðbókatænastuni. Hon tekur við eftir Margretu Næss, sum í mong ár hevur tikið sær av ljóðbókum. Ljóðbókatænastan er framhald av felagnum Ljóðbøkur, sum Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum, MBF, tók stig til og síðan 2004 hevur verið rikið við stuðulsjáttan frá landinum. Tann 1. juli varð virksemið formliga lagt undir landsbókasavnið sambært áliti um almennar ljóðbókatænastur og e-bókatænastur.

Uppgávurnar hjá Ljóðbókatænastuni eru at útvega ljóðbøkur o.a. tilfar til teirra, sum av eini ella aðrari orsøk ikki fáa lisið ella á annan hátt fáa ognað sær vanligan prentaðan tekst. Somuleiðis skal ljóðbókatænastan skipa fyri, at tilfar av nevnda slagi verður atgeingiligt hjá brúkarunum á bókasøvnum landsins.

Virksemið hjá Ljóðbókatænastuni verður lagt til rættis saman við Ljóðbókanevndini, sum er mannað við umboðum fyri Landsbókasavnið, Sjóndepilin, Nám, Býarbókasavnið, Føroya Blindafelag, Meginfelag teirra Brekaðu og Felagið fyri lesi- og skriviveik og orðblindafelagið.

Linda Mortansdóttir er 36 ára gomul og útbúgvin sum Cand. Mag. í nýtíðar mentan og mentanarmiðling við denti á hoyrnmentan, og hon hevur eisini BA í leiðslu innan tónleik og list og skrivstovuútbúgving innan fyrisiting.

Heimasíðan hjá Ljóðbókum sæst her.
 

Linda Mortansdóttir