logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Kirkjubømúrurin og Líkhús í 2016

Kirkjubømúrurin 2016
28-05-2016

Aftan á at fyrireikingar vóru gjørdar í apríl mánaða, eru konserveringsarbeiðini upp á Múrin tikin upp aftur.

Arbeiðið er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010, og sum aftan á fyrireikingar av ymiskum slagi varð sett í verk í 2012.

Farið er nú undir at konservera múrverkið í eystara helmingi á suðursíðuni til beint eystur um tann eystara portalin.

Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum eru aftur í ár bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat er eftir av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Veðurverja og arbeiðspallar verða tikin niður har konserveringsarbeiðini eru liðug, og fer hesin múrurin aftur at standa berur, væl og virðiliga konserveraður og múrkrúnan løgd við flagi.

Onnur varðveitingartiltøk
Nú, konserveringsarbeiðið upp á Múrin liggur í føstum kørmum, hevur verið mett, at farast kundi undir onnur varðveitingartiltøk í ár. Áðurnevnda álit er ein heildarætlan, har dentur er lagdur á, at atlit verða tikin til øll fornminnini á miðaldarliga bispasætinum í Kirkjubø. Og nú økt er um fíggjarligu játtanina, ber til í ár at venda okkum til lendið úti á Líkhúsfløtti. Har stendur ein lítil kirkjutoft, nevnd Líkhús. Talan er helst um ta kirkju, ið umrødd er í brævi frá 1420, og sum tá er í gerð. Kirkjutoftin stendur inni á kirkjugarði, og enn síggjast leivdirnar av garðinum, ið umgyrdi kirkjugarðin.

Hóast ikki hevur verið gjørt nógv burtur úr hesi toft, er hon uttan iva tað mest hótta fornminni í Kirkjubø, og sum so hevur mestan tørv á umsorgan og vernd. Toftin stendur ytst við sjóvarmálan, har veður og vindur og serliga havið í øldir hava máað burtur av toftini. Í dag standa bert niðastu umførini eftir av tí 13 m langa norðurvegginum eins og partar av landnyrðingshorninum. Í 1940 gjørdi Jóannes bóndi eina roynd at tryggja toftina við at gera verjugarð undir henni – ein loysn, ið helt fram til uppgangin veturin 2008, tá neyðugt var hjá Fornminnissavninum at gera ábøtur á garðin.

Í samstarvi við fyritøkuna Nordisk Konservering er gjørd ein varðveitingarætlan fyri toftina og lendið kring um hana. Sambært hesi ætlan verður talan um somu tilgongd eins og við Múrinum – reinsing, tildekking, uppturking og konservering av múrverkinum. Eisini verður neyðugt at rudda á kirkjugarðsøkium og at skipa tað soleiðis, at toftin og lendið verða meiri sjónlig hjá tí vitjandi – eitt arbeiðið, ið ætlandi fer at verða gjørt í samstarvi við Tórshavnar kommunu. Hesi arbeiði eru mett at varða um 3 ár.

Nú konserveringin av kirkjutoftini er sett í verk, verður neyðugt eisini at umhugsa tiltøk at verja bakkan.

Fyrstu stigini til ítøkiligu varðveitingina av lítlu kirkjutoftini á Líkhúsfløtti eins og av mentanarumhvørvinum har vórðu tikin í fjør. Av tí at tað er umráðandi at fáa skjalprógva og lýsa varðveitingarstøðuna, var tá farið undir at skráseta kirkjutoftina, har nýtímans tøkni varð tikin í nýtslu – m.a. ein drona.

Í ár er so farið undir at reinsa múrverkið. Talan er um eystaru partarnar av múrverkinum, sum síðan verða fjaldir undir serligari veðurverju, sum kemur at standa uppi í eini 2 ár, har múrverkið fær høvi at torna upp. Hinvegin er ætlanin at fara undir konserveringina av vestara partinum komandi ár.

Eins og undanfarin ár verður dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.



Líkhús 2016