logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
navnið 2        
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Stakkur latin Fornminnissavninum

12-05-2016

Millum ár og dag verður ymist boðið savninum. Hetta kunnu vera alskyns lutir, sum hava eina søgu, sum við at koma á savnið, kunnu siga søguna hjá okkum føroyingum ella partar av henni. Tað, sum hevur týdning, er søgan um lutin, upprunin og nýtslan. Sjónligt brúk og slit er ein partur av søguni, sum kann vera ymist alt eftir, um tað er høgtíðs- ella gerandislutur. Í hvørjum einstøkum føri verða metingar gjørdar av fakfólkum á savninum, um tikið verður ímóti lutum ella ikki.

Í oktober 2015 kom ein fyrispurningur úr Danmark, um savnið hevði áhuga í einum stakki við øllum tilhoyri - ein stórtøkin fyrispurningur. Avgjørt varð at taka ímóti hesi gávu.

Tórbjørg Jørgensen, Keypmannahavn,  hevur átt og givið stakkin, ið mamma hennara Lena í Bartalsstovu (f. 23.09.1901- d.29.01.1999) í Syðrugøtu hevur seymað í 1967. Stakkurin er skrásettur undir snr  9010, og har er neyvari greitt frá møtli og stakki.

Stakkur 2

Stakkur 3

 




Stakkur 1