logo reytt/hvítt
 Um Tjóðsavnið       Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Framsýning á Landsbókasavninum

03-06-2015

Eldri føroyskur skaldskapur í nýggjum hami Hósdagin, 3. september 2015 kl. 13 letur upp framsýning á Landsbókasavninum. Framsýningin hevur heitið Skaldskapur av manna munni – siðbundna upploysnin, og hon skal vísa, hvussu kvæði, sagnir, ævintýr og skjaldur støðugt verða endurnýtt, tulkað og latin í nýggjan búna. 

Siðbundni skaldskapurin av manna munni broytist og fær annan týdning í hesi endurnýtsluni, tá ið hann verður framborin á nýggjan hátt, í nýggjum miðlum og í nýggjum høpi. Her er talan um samspæl millum fortíð og nútíð, og eisini um eina leitan aftur til røturnar eftir íblástri í tráanini eftir samleika og sereyðkennum í alheimsgerðini. 

Á framsýningini á Landsbókasavninum ber til at síggja bøkur, skjøl, handrit, fløgu- og plátuútgávur og ymsar lutir. Og í stovuni í tilknýti til framsýningina er stórskíggi, har til ber at síggja ein hóp av videobrotum, sum hava tilknýti til og lýsa evnið á ymsan hátt. 

Framsýningin er opin tá ið Landsbókasavnið er opið. Mánadag-hósdag kl. 10-18 og fríggjadag kl. 10-17