logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Múrarbeiðini halda nú fram

10-06-2015
Kirkjubømúrurin 2015

Tey, sum í dag vitja í Kirkjubø, leggja til merkis, at arbeiðspallar eru settir upp við útnyrðingspartin av Múrinum. Pallarnir eru liður í teimum konserveringsarbeiðum farið varð undir beint eftir páskir í ár. Arbeiðið er framhald av tí varðveitingarætlan fyri Múrin, sum stungin varð út í kortið í áliti, landsstýriskvinnan við mentamálum góðkendi í januar mánað 2010.

Ein annar liður í varðveitingararbeiðinum eru aftur í ár bygningafornfrøðiligu skrásetingarnar. Hesar skrásetingar leggja dent á siðsøgulig og byggilistarlig viðurskifti, sum taka atlit at, hvussu Múrurin er bygdur, hvussu múrverkið er laðað osv. Við kanningini av múrverkinum verður skjalprógvað, hvat er eftir av upprunamúrverki og fugum, og gevur hetta okkum vitan um, hvussu byggiarbeiðini fóru fram í miðøldini.

Varðveitingararbeiðið verður lagt soleiðis til rættis, at bygningafornfrøðiligu kanningarnar verða gjørdar undan og saman við sjálvari múrkonserveringini. Veðurverja og arbeiðspallar verða tikin niður har konserveringsarbeiðini eru liðug, og fer hesin múrurin aftur at standa berur, væl og virðiliga konserveraður og múrkrúnan løgd við flagi.

Onnur varðveitingartiltøk
Nú, konserveringsarbeiðið upp á Múrin liggur í føstum kørmum, varð seinasta ár mett, at farast kundi undir onnur varðveitingartiltøk í ár. Áðurnevnda álitið leggur nevniliga dent á, at talan er um eina heildarætlan, har atlit verða tikin til øll fornminnini á miðaldarliga bispasætinum í Kirkjubø. Tí var ætlanin, í ár at venda okkum til lendið úti á Líkhúsfløtti. Har stendur ein lítil kirkjutoft, nevnd Líkhús. Talan er helst um ta kirkju, ið umrødd er í brævi frá 1420, og sum tá er í gerð. Kirkjutoftin stendur inni á kirkjugarði, og enn síggjast leivdirnar av garðinum, ið umgyrdi kirkjugarðin.

Hóast ikki hevur verið gjørt nógv burtur úr hesi toft, er hon uttan iva tað mest hótta fornminni í Kirkjubø, og sum so hevur mestan tørv á umsorgan og vernd. Toftin stendur ytst við sjóvarmálan, har veður og vindur og serliga havið í øldir hava máað av toftini. Í dag standa bert 16 m eftir av niðastu umførunum av norðurvegginum eins og partar av landnyrðingshorninum. Í 1940 gjørdi Jóannes bóndi eina roynd at tryggja toftina við at gera verjugarð undir henni – ein loysn, ið helt fram til uppgangin veturin 2008, tá neyðugt var hjá Fornminnissavninum at gera ábøtur á garðin.

Í fjør varð í samstarvi við fyritøkuna Nordisk Konservering gjørd ein varðveitingarætlan fyri toftina og lendið kring um hana. Sambært hesi ætlan verður talan um somu tilgongd eins og við Múrinum – tildekking, uppturking og konservering av múrverkinum. Eisini verður neyðugt at rudda á kirkjugarðsøkium og at skipa tað soleiðis, at toftin og lendið verða meiri sjónlig hjá tí vitjandi. Hesi arbeiði eru mett at varða 3-4 ár. Men vegna vantandi játtan eru ikki umstøður at seta hesi átrokandi arbeiði í verk í ár.

Nýggj útgerð
Tó, umráðandi er at fáa skjalprógva og lýst støðuna, kirkjutoftin er í í dag, áðrenn hon fer at verða fjald av einari veðurverju. Farið varð tí undir fyrstu skrásetingina av kirkjutoftini hósdagin í seinastu viku.

Í hesum sambandi var hósdagurin hin 4. juni heilt serligur. Tá var á fyrsta sinni eitt ómannað flogfar ella ein sokallað drona, tikin í nýtslu sum skrásetingaramboð á Søvnum Landsins. Helgi D. Michelsen, fornfrøðingur, hevur staðið fyri at fáa til vega og menna hesa tøkni á stovninum. Nú skuldi hon roynast, og eydnaðist hetta stak væl. Nú er fyrsta stigið tikið til ítøkiligu varðveitingina av lítlu kirkjutoftini Líkhús eins og av mentanarumhvørvinum á Líkhúsfløtti.

Eins og undanfarin ár verður dagliga múraraarbeiðið upp á Múrin gjørt av múraravirkinum Sp/f Krossteig við Birgiri Krossteig úr Havn. Bygningafornfrøðiliga skrásetingin verður framd av Jónhild Johannessen, arkitekti, og serkøna konserveringsleiðbeining veitir Hans Frederiksen, konservator, frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Keypmannahavn. Símun V. Arge, fornfrøðiligur ráðgevi og granskari á Søvnum Landsins, skipar og stendur fyri varðveitingarverkætlanini í Kirkjubø.

Símun V. Arge 10.06.2015




Líkhús frá dronu 

Dronuskiparar