logo reytt/hvítt
 Um Søvn Landsins        Deildir       Tíðindi        Stuðul      Upplatingartíðir       Ofta spurt        English  
TJÓÐSAVNIÐ  LANDSBÓKASAVNIÐ LANDSSKJALASAVNIР    
leita í søvnum 4   bøkur og skjøl 3      náttúra 4 fornminni 4 framsýning, mentan, náttúra, skúlatænasta
news
Náttúrugripasavnið sóknast eftir skipi til hvalateljing

12.05.2015
Í samband við at hvalateljingar verða í Norðurhøvum í summar, sóknast Náttúrugripasavnið eftir einum hóskandi skipi at leiga til endamálið í tíðarskeiðinum 29. juni til 3. august 2015.

Krøv til skipið eru millum annað, at tað skal kunna sigla alt tíðarskeiðið uttan at bunkra ella taka vatn, kunna halda eina ferð uppá minst 10 míl og hava hóskandi stødd og koyggjupláss til 8 eygleiðarar frá Náttúrugripasavninum. Gjørligt skal somuleiðis vera at seta eina eygleiðaratunnu, 2 x 3 metrar, á brúgvartakið.

NASS (North Atlantic Sightings Surveys) hvalateljingarnar eru eitt samstarv millum limalondini í Norðuratlantisku nevndini fyri havsúgdjór NAMMCO, ið eru Grønland, Ísland, Noreg og Føroyar. Henda teljingin er tann sætta í røðini, síðan hesar teljingar vórðu settar í verk í 1987. Náttúrugripasavnið samskipar føroysku luttøkuna fyri Fiskimálaráðið. Endamálið er at meta um hvalastovnar, í Føroyum serliga grind, fyri at tryggja eina burðardygga veiðu og menning av stovnunum.

Reiðarí (skip), ið lúka krøvini, og vilja bjóða seg fram, fáa meira at vita um verkætlanina, og hvørji krøv eru annars, við at venda sær til Bjarna Mikkelsen, Føroya Náttúrugripasavn, tlf. 790576, t-postur [email protected].

Freistin at bjóða seg fram er 1. juni 2015.

SAMBAND:
Bjarni Mikkelsen
790 576
bjarnim@savn.fo